Fýra 1. flokkar í Skúlan á Fløtum

Kommentarer

#225

Abbabørn míni missa atgongd til nærmasta skúla

Jógvan Jørgensen (Tórshavn, 2021-02-07)

#243

Tað er sera òheppið, um tey børn sum ikki eru farin ì forskùla, ikki skulu sleppa ì skùlan á Fløtum og vera tì noydd at fara langa leið við bussi hvønn dag.

Sigrun Danielsen (100 Tòrshavn, 2021-02-07)

#248

Tí børnini eiga at sleppa í skúla nær har tey búgva.

Rakul Heygsa (Gásadalur, 2021-02-07)

#264

Tí sjálvandi skula øll børn, sum hoyra til vesturbýin í Skúlan á Fløtum. Alt annað er idioti!!!

Anja Hartmann Wardum (Nóldoy, 2021-02-07)

#272

Tí haldi ikki tað er í ordan at børnini skulu flyta frá nærumhvørvinum, vinum og tí sosiala tey hava bygt upp teirra millum

Bjarndis Mortensen (Hvalba, 2021-02-07)

#276

Tað er ikki ok at flyta 7-ára gomul børn vekk frá nærumhvørvi, vinum og tí tey eru trygg við, tað fer heilt klárt at merkja tey onkursvegna.

Marit Poulsdóttir (Hvalba, 2021-02-07)

#285

Eg eri samd!!

Sissal Erenbjerg (Torshavn, 2021-02-08)

#299

Eg skrivi fegin undir

Gudrun Poulsen (Argir, 2021-02-08)

#307

Vóni sjálv, at mín dóttir sleppur inn á Argjahamri (har vit byggja hús), so kenni stúranina hjá foreldrunum í Vesturbýnum. Vóni alt gongur upp.

Elin í Stórustovu (Tórshavn, 2021-02-09)

#310

Eg skrivi undir, tí at børn skulu ganga í skúla í sínum nærumhørvi.

Mariann Øster (Hoyvík, 2021-02-09)

#313

Hetta er óskynsemi, tá tað er best. Opinbart duga TK og skúlaleiðslan ikki at rokna út, at 2 + 2 er 4.

Leggur tú tveir tvísporaðar skúlar niður, mást hava 4 og ikki 3 flokkar í nýggja skúlanum.

Rani Skaalum (Tórshavn, 2021-02-09)

#325

Havi 3 börn, har 2 longu eru á SáF, men tann yngsti sonurin sleppur möguliga ikki inn har. Vit hava valt forskúla frá. Vit búgv eisini einans 75 metrar frá skúlanum á Perskonugötu

Janus úr Dímun (Tórshavn, 2021-02-09)

#335

Eg stuðli hesum initiativinum.
Men eg má eisini siga, at tað undrar meg at hetta tykist at koma so óvart á fólk.
Vit vóru fleiri fakfólk sum royndu at siga frá tá planleggingin av SÁF byrjaði, men tað tyktist sum um at øll hildu at hetta fór nokk at ganga - og sjálvandi gjørdi tað ikki tað. Tað var sum um at tað at fáa nýggjan smartan skúla fylti alt. Tað praktiska um tað so var, um 3 spor var nokk ella um pláss var til børn við serligum tørvi var ikki so týdningamikið. Og tá talan fall á, at hetta fór at føra til at dagstovnar mistu børn og børn fóru at vera noydd at fara í forskúla fyri at fáa pláss, so var man hildin at vera eitt grenj.

Men gott tit hava tikið stig til hetta, takk fyri tað!

Johanna

Johanna Joensen (Tórshavn, 2021-02-10)

#342

Sjálvandi skulu børnini sleppa at ganga í skúla í nærumhvørvinum.

Tróndur Skaalum (København S, 2021-02-10)

#353

Skúlin á Fløtum má útbyggjast, um hann er ov lítil.

Tórður S. Joensen (Tórshavn, 2021-02-10)

#354

Børn skulla ganga i nærumhvørvin7m, sjálvandi.

Margit Fosaa (Tórshavn, 2021-02-10)

#358

Um 1-2 ár flyta vit til Føroya úr Danmark, og vit hava longu bygt hús undir Gráasteini og gleða okkum til, at okkara børn sjálvandi skulu ganga í skúlanum beint yvirum vegin!

Andrea Poulsen (Aalborg, 2021-02-10)

#364

Tað er betri fyri børnini at ganga í skúla í nærumhvørvinum.

Guðrun Restorff Sivertsen (Tórshavn, 2021-02-13)

#376

Uppskot til loysn, minka “vesturbýin”, flyt marki millum skúlarnar so parturin til SAF gert minni.

Gert Hjøllum (Tórshavn, 2021-02-17)

#384

Eg skrivi undir hetta skriv, av tí at eg eri foreldur at barni, ið skal byrja í 1. Flokki aftaná summarfrítíðina. Vit búgva í Lykkjugerði og hini børnini hjá okkum hava gingið og ganga í SáF. Góðu tit, ið varða av økinum. Syrgi fyri at fáa hetta í rættlag, soleiðis at okkara børn eisini sleppa at ganga í skúla, í tí økinum tey búgva í. Hetta haldi eg, at eg sum borgari og foreldur í kommununi havi tætt til at krevja.

Jensia Højgaard Kjærbæk (Tórshavn, 2021-02-18)