Fýra 1. flokkar í Skúlan á Fløtum

Á Skúlanum á Fløtum ganga øll børn í Vesturbýnum; knapt 800 tilsamans. Men eftir summarferiuna er ætlanin at flyta ein lítlan bólk av sjey ára gomlum yvir í Eysturskúlan.Tey vera fyri ógvusligum vanbýti, tí tey skulu flytast langt burtur úr nærumhvørvinum frá vinum og sosiala netinum í grannalagnum. Tey hava ongan kjans at fylgjast við floksfeløgum í og frá skúla. Vandin fyri at tey enda uttanfyri felagsskapin bæði heima í grannalagnum og hinumegin býin, er stórur. Fylgjurnar av tí kenna vit øll. Vit heita við hesum staðiliga á myndugleikarnar um at loysa trupulleikan, nøkta tørvin í økinum og loyva fýra 1. flokkum í Skúlan á Fløtum.
Drós Sveinsdóttir Kontakt forfatteren af dette andragende
Forfatteren af denne ansøgning har lukket denne ansøgning.Meddelelse fra administratoren af dette webstedVi har fjernet underskrivers personoplysninger.Den Europæiske Unions generelle databeskyttelsesforordning (GDPR) kræver en legitim grund til lagring af personlige oplysninger, og at oplysningerne opbevares så kort tid som muligt. |