Gevið Rakul og Johan Fámará


Gæst

/ #59

2013-06-11 16:35

Vit eru soooooo von við bara at hugsa í forðingum heldur enn møguleikum. Vit eru upplærd til at hugsa so. Men tað BER til. Rúni er eitt prógv uppá at tað ber til, tí hann hevur búð á stovni nærum alt sítt lív og hevur nú búð í Fámara í 2 ár og er so spill frískur Ikki øll hava brúk fyri tí sama.. Ikki øll ung við trupulleikum hava brúk fyri einari institutión, har tað verður vaskað gólv hvønn dag og dokumenterað upp og niður og har nærum allir aktivitetir eru gjøgnumhugsaðir og tilrættarlagdir.. Summi hava bara brúk fyri einum staðið, har tey kunnu vera tey, og har óansæð hvat tey finna uppá, um tað so er at byggja ein flúgvara, so verður tað prøvað av.. Summi hava bara brúk fyri einum heimi, har vit øll eru góð við hvønn annan og har vit hjálpast at við at fáa alt at fungera..

Viðv útbúgving og væl útbúgvnum starvsfólkum, har haldi eg at summi bestemt ikki hava brúk fyri tí.. Summi ung ella fólk við sálarligum trupulleikum hava bara brúk fyri at blíva betragtaði og behandlaði sum menniskju, heldur enn at blíva sæð ígjøgnum diagnosu-linsuna, sum í nógvum førum er dominerandi.. Tó skal líka viðmerkjast, at bæði eg og Johan eru útbúgvin. Vit eru bæði tvey námsfrøðingar.

Johan Í Kollafirði hevur lisið í 3,5 ár og eg havi lisið í 4 ár.. Sjálvandi brúka vit útbúgvingarnar hjá okkum, men vit eru fyrst og fremst bara góð við tey sum koma.. Vit eru bara menniskju, sum møta menniskjum Fámara er bestemt ikki egnað til øll, men til nógv trúgvi eg.. Summi hava bara brúk fyri at síggja eina meining við lívinum, og meining finna tey í øllum førum í Fámara Hóast vit bara eru menniskju sum ynskja at møta øðrum menniskjum har tey eru, so hava vit allíkavæl gjøgnumtonkt tingini og hava stórar planir..

Vit siga ofta "Fólk við SERLIGUM tørvi"... Eru tað ikki bara fólk við ØÐRUM tørvi? Fyri tað um tey ikki hava sama tørv sum kanska eg og tú hava, so merkir tað ikki, at teirra tørvur er serligari enn okkara tørvur..

"Fámara er ikki eitt sambýli við skiftandi vaktum og persónum, men eitt heim, har øll
mugu hjálpast at fyri at fáa dagin at virka. Tann jomfrúuligheit og óspiltheit, sum eyðkennir Fámara, skal varðveitast, og má undir ongum umstøðum fara at bera brá av institutión ella viðgerðarstaði. Fámara skal vera staðið, sum er dustsogið fyri institutiónseyðkenni, og øll í Fámara skulu liva undir somu treytum, og hava eina
ávirkan á allar avgerðir, ið verða tiknar.
Samanrenningin av friði, meiningsfullum arbeiðið, einum tempo, fólk megna at fylgja,
møguleikanum hjá teimum at vera fyri seg sjálvi og samstundis hava veruligt, erligt og ektað samband við fólk, sum vilja vera saman við teimum, hava virðing fyri teimum og góðtaka tey, sum tey eru, fer at gera umhvørvið í Fámara fyrimyndarligt at koma seg í." Brot úr Visión Fámara (http://dda57fc7c48cf643f29e-2d282c5f19586e81d23c181bb52b3679.r21.cf1.rackcdn.com/myfiles/1354013766_framtarhugsjnfmararakulogjohandalsgaard.pdf)