Gevið Rakul og Johan Fámará

KVF skal eiga tøkk fyri tvey sera góð og lýsandi innsløg um Fámará. KVF tók onga støðu fyri ella ímóti - lýsti støðuna sera opjektivt. Men óivað mong við mær, sita eftir við einari kenslu av almennari makt og deyðum paragrafum. Eitt festi við 50 áseyðum í dag er hvørki lív ella deyð fyri nakran. Tað hevur søgan um Fámará so dyggiliga víst. Almennir pengar, mínar og tínir, eru rustaðir upp, rot, vindur, regn, ódnir, órøkisskapur og einki eftirlit frá løntum almennum fólki við hesum festið, hevur lagt staðið í oyðið.Men so kom "onkur" ja, fann og sá møguleikar. Fór í gongd og fekk úrslit. Kanska ikki seyðakrov at selja - men, tað sum meira er - menniskjalagnir. Hesin "onkur" byrjar við sær sjálvum, síðani spreiðir tað seg til onnur - ja, fólk hava fingið lívsvirðir aftur í Fámara - við hesum ólønta, ótakksama arbeiðið. Tað skar ein í hjarta, at hoyra krøvini til at festa hetta lítla lílta festið á ytstu tromini av føroyskum jarðarbrúkið, nevnliga í Fámará - jú, harraboðini krøvini koma frá giltari skrivstovu í Havn. Umsøkjarin skal vera útbúgvin innan jarðarbrúk frá útlendskum stovnum ella á KVØLDSKEIÐ í Føroyum - Hvat við 3 ára útbúgving á lærdum skúla sum pedagogur og at arbeiða við menniskjum ?- telur tað einki? Nei góðu tit, her kunnu bæði seyður, nýggur festari og tey, sum nú røkja Fámará liva saman í sátt og semju - øllum til góða. Lat okkum kanska hugsa um Jesu líknilsi um teir 99 seyðirnar - tann eini hevði eins týdning ella meir enn teir 99. Fámará er ogn Føroya Fólk - lat Fámara hjálpa og geva innihald fyri tey veiku, gloymdu og tyngd av byrðum - saman við lívsglaðum og dugnaligum fólkum - leik sum ólærd, festari ella tónleikari - til seinast er tað úrslitið, sum telur.

Sitat: Zakarias Hammer, 6.juni 2013

 

https://www.facebook.com/kari.thomsen.37/photos?collection_token=100002141031945%3A2305272732%3A6