NEI TIL TALGILDA GÍSLATØKU Á SUÐUROYARLEIÐINI OG ØÐRUM LEIÐUM VIÐ
Okur vilja við hesari innsavning av undirskriftum mótmæla fastlæstu talgildu skipanini á okkara høvuðsvegi til meginlandið og restina av umheiminum. Okur vilja kunna keypa ein ferðaseðil fyri vanligan prís, óansæð um tað er 50 minuttir ella beint áðrenn fráferð úr Havn ella úr Suðuroynni. Samstundis skal altíð verða møguligt at keypa við reiðum peningi. Um hendan skipan er gjørd fyri at fáa meira burturúr útlendskum ferðafólki, krevja okur at bústaðarkort verður gjørt til okkum fastbúgvandi. Ikki øll brúka fartelefon/snildtelefon í dag. Ein og hvør skal kunna keypa sær ein ferðaseðil við landgongdina uttan at brúka sína fartelefon/snildtelefon. Vegna okum sum búgva í Suðuroynni og Føroyum sum heild!
Pól Arni Holm Kontakt forfatteren af dette andragende
| Forfatteren af denne ansøgning har lukket denne ansøgning. |