Vit ynskja IKKI 5G NET í Føroyum!

straling.png

 

Tíðin er komin at verja okkum og okkara børn ímóti óneyðuga nógvari og vandamiklari stráling!

 

Vit liva í eini tíð, har heimurin verður alt meira elektroniskur. Alt skal ganga skjótt og vera so ómakaleyst sum gjørligt. Men hvørjar eru langtíðar-fylgjurnar av okkara elektroniska livihátt og hvørjar vera avleiðingarnar í framtíðini?

Flestu granskarar eru á einum máli um, at elektromagnetisk stráling er heilsuskaðilig í ov stórum mongdum. Tí føla vit okkum noydd at rópa varskó, nú Føroyar eftir ætlan skal gerast royndarland fyri háeffektiva 5G netinum í januar 2019!

5G netið hevur nevniliga ein BETÝĐILIGT hægri frekvens enn okkara nùverandi 4G og tað merkir, at tað eisini sendur so nógv, nógv fleiri og sterkari strálur inn í kroppin á tær og tínum børnum. Hesin frekvensur, sum er tann sami sum verður nýttur í mikroovnum, er testaður á mýs, sum vanligt er, og kanningar vísa eina ørgrynnu av hjárinum, so sum heilasvulstar, húđgener, hyperaktivitet, forkølilsi, nýrasvigt, hjartatrupulleikar v.m. (kelda)  

Vit mugu steðga við at vera so góðtrúgvin og passiv og fólkalig, sum vit føroyingar tíverri ofta eru, og spyrja okkum sjálvi, um hetta veruliga er nakað vit ynskja og/ella hava tørv á? Í stuttum so snýr tað seg um, at vit seta okkara heilsu og okkara framtíð í fremstu røð, og ikki lata okkara framtíð í ótryggu hendurnar á onkrum internet-risa í Kina, sum ikki hevur okkara heilsu men løtuvinning í huga. 

Hvat er í roynd og veru galið við tí núverandi 4G netinum? Tað er ikki so langt síðani at 4G netið kom til Føroya, hví skulu vit til at útbyggja netið aftur longu nú? Riggar 4G ikki nóg væl ella plaga vit ikki at fáa samband tá vit ringja uttanlands? Skilvísi má vera í, tá stórar ætlanir sum ávirka alt fólkið í einum landi skulu fremjast, og heilsan má altíð koma fram um kapital. Hevur Føroya Tele yvirhøvur kannað um føroyingar ynskja eitt nýggjari, skjótari net, ella um vit eru nøgd við tað sum er? Hevur Føroya Tele spurt fólkið um tað er áhugað í at vera 'royndarkanin'? NEI, tað hava tey ikki, og tískil kunnu vit ikki sita passivt og hyggja at, meðan vit vera tikin av ræði og okkara heilsa verður sett í vanda. Tað er nevniliga eingin "retur-politikkur" - tá strálurnar rakar høvdið hjá okkum øllum, er skađin hendur, og tá er ov seint at angra.

Ein annar vansi, sum nógv hava funnist at, er, at við 5G netinum verður tađ eisini BETÝĐILIGT lættari at hakka seg inn á  tínar dataupplýsingar- "aflytning og overvågning" verđur barnamatur, og tađ er ongastaðnis tù kanst krógva teg ella títt barn ella ófødda barn fyri strálunum. 


Stjórin í Føroya Tele vil, at FO skal verđa undangonguland, tá tađ snýr seg um besta og fyrsta 5G netverk. 

Skuldi vit føroyingar ikki heldur vera teir fyrstu í verđini, ið fingu steđgað 5G í at gera skađa á okkara børn?

 

Keldur:

http://forskning.dk/5g-straaling-paavirker-hud-og-svedkirtler/

https://www.facebook.com/groups/erbylgjufelagid/

https://www.ft.fo/nu-faa-foroyingar-5g/

http://www.ehsf.dk/om-straaling.htm

 

 

Underskriv denne indsamling

Ved at underskrive giver jeg Erbylgjufelagið tilladelse til at videregive min underskrift til dem, der har myndighed på dette område.


ELLER

Du vil modtage en e-mail med et link til at bekræfte din underskrift. For at sikre, at du kan modtage vores e-mails, tilføj venligst info@skrivunder.net til din adressebogs liste over sikre afsendere.

Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...

Facebook