Setið giktalæknan aftur í starv

Síðan áður virkandi giktalækni, Pero Soré, ikki hevur verið í starvi á Landssjúkrahúsinum, hevur tað føroyska giktaøkið staðið í hóttafalli.

Hetta er heilt greitt, tí síðan uppsøgnina, hava eitt ótal av ørkymlaðum giktasjúklingum vent sær til okkum, summi í svárari neyð, tí tey ikki sleppa framat einum lækna, eru sett á annan heilivág ella hava havt eitt keðiligt upplivilsi við einum konsulenti, við meira. Rætt og slætt hava vit ongantíð áður sæð eina slíka ónøgd og ótryggleika ímillum sjúklingar, sum vit síggja í hesum málinum. Hetta rakar heilt nógvar sjúklingar, og harvið eisini teirra avvarðandi.

Konsulentskipanin, sum er sett í verk, riggar ikki. Tað kunnu vit staðfesta, tí hon:

  • økir um bíðitíðina at sleppa framat giktalækna
  • skapar ójøvn tilboð millum giktasjúklingar, har summi hava rætt til ein fastan giktalækna, meðan onnur ikki hava
  • fevnir um giktalæknar, sum ikki kenna sjúklingin
  • fevnir um giktalæknar, sum eru skiftandi, og harvið heldur ikki koma at kenna sjúklingin
  • fevnir um giktalæknar, sum ikki kenna tað føroyska giktaøkið, og hvussu veðurlag o.a. ávirkar giktina
  • gevur minni læknaliga viðgerð fyri ein størri kostnað

Umframt trupulleikarnir við konsulentunum, hava vit sæð broytingar í mannagongdum innanhýysis á landssjúkrahúsinum, sum eru íkomnar eftir at Pero Soré er farin. Hetta hevur ávirka bæði tann heilivág, sum giktasjúklingar fáa, og klimaviðgerðina, sum brádliga bara varð avtikin.

Giktafelagið hevur fleiri ferð víst á trupulleikarnar við konsulentskipanini, heilivágnum og viðgerðini, bæði fyri leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og fyri Heilsumálaráðnum, men her tykist ikki at vera nøkur broyting at síggja, hóast giktalæknin sjálvur ynskir at sleppa aftur til arbeiðis.

Sostatt hava vit bæði ein trupulleika, og eina loysn, men í vegin stendur ein leiðsla og ein myndugleiki, sum ikki vil brúka loysnina uppá trupulleikan!

Giktafelag Føroya biður tí samhaldsføstu Føroyar um hjálp í eini roynd at tryggja virðiliga viðferð av hesum menniskjum, ið øll hvønn dag liva við pínu og tarni av hesi varandi sjúku.

Hjálpina veita tit við at undirskriva her, og vátta, at tit vilja hava giktalækna Pero Soré aftur í starv. Standa vit ikki saman um hetta, verða tað giktasjúklingarnir, ið gjalda prísin.

Stóra tøkk fyri stuðulin.

 

Giktafelag Føroya

Underskriv denne indsamling

Jeg giver med min underskrift Giktafelag Føroya tilladelse til at overdrage mine oplysninger i denne formular til vedkommende som har indflydelse på denne sag.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.







Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...