Nei til koronupass í Føroyum

Við hesi undirskriftainnsavning mótmæla vit, at munur verður gjørdur á koppsettum og ókoppsettum føroyingum við at krevja koronupass.

Vit heita samstundis staðiliga á landsins myndugleikar um at seta koronupassið úr gildi aftur sum skjótast.

Um so er, at smittustøðan í landinum ger tað neyðugt prógva, at tú ikki ert sjúkur og ber smittu við tær, so eiga øll,sum kunnu bera smittu, at prógva hetta, ikki bara ein lítil minniluti. Hetta nýtist okkum ikki nakað koronupass til. Koronupassið ger mun á fólki, skerjir frælsið óneyðugt, skapar spjaðing og býtir fólkið upp í bólkar.

Fyri at koma sum best ígjøgnum farsóttina, er neyðugt, at vit standa saman, samstarva og byggja upp álit millum fólk. Koronupassið ger tað øvuta. Kloyvir fólkið og skapar missálit millum allar partar. Gjáir millum fólkið kunnu hava negativ árin langt eftir, at farsóttin er farin afturum.

Tá koronupassið varð bílagt, fingu vit at vita, at tað skuldi ikki brúkast í Føroyum, men var fyri at geva útisiglarum og øðrum, ið starvast uttanlands, eina smidliga føroyska loysn. Vit hava eisini fingið endurtikin lyfti um, at føroyingar fóru ikki at vera býttir upp í bólkar við koronupassi.

Vit heita staðiliga á myndugleikarnir at halda givin lyfti og seta koronupassið úr gildi aftur.

Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar - við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting.

Underskriv denne indsamling

Jeg giver med min underskrift Jón Tyril tilladelse til at overdrage mine oplysninger i denne formular til vedkommende som har indflydelse på denne sag.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.







Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...