Nýggir tunlar
Kontakt forfatteren af dette andragende
ih
Gaman í, at tunnlarnir skulu dagførast. Men eg haldi, at raðfylgjan skal haldast. Hvalbiartunnilin má og SKAL verða næstur í køðini. Hann er ein stór vanlukka, ið bara bíðar eftir at hendan. Tað er sera tung ferðsla gjøgnum tunnilin hvønn einasta dag, nógvur fiskaflutningur er. Stór akfør sleppa ikki til bygdina, tí hann er ov lítil. Vánaligasti og mest ótíðarhóskandi tunnil í landinum!!!!!
Re:
Vil líka viðmerkja at hvalbiar er nógv betur at koyra ígjøgnum en hesir tunlarnir, hann er nógv ljósari, hann er hægri og breidri og tað er als ikki sama ferðsla ígjøgnum,
Raðfylgjan bleiv broytt í 2009, Tunlarnir á borðoy skuldu borast eftir hovstunnilin, projektið er klárt, tað er bara at játta peningin og síðan bora. í Hvalba er onkið klárt og tá tað er klart, skal borast til hvalba.
Tað eru sami trupuleikar vit hava :)
Her er bara nógv meir ferðsla, td. er bert 1 betongbilur í norðoyggjum sum kann koyra ígjøgnum, Ferðlslan í Tunlunum norður um fjall er áleið tann sama sum í Hovstunlinum. Myndin vísir gerandis dagin hjá okkum, bilar sleppa ikki inn í víkiplassini eingong, so mast tú bakka, til næsta víkiplass, tí tað koma so nógvir bilar norðureftir.
This comment has been removed by the person who wrote it.
Tunlarnir norður um Fjall eru samtyktir í 2009, kjarnuborðingar eru gjørdar. Tað einast, ið er eftir er at játta fígging og at seta arbeiðið í gongd. Liggur líka til høgra beini.
Hvalbiartunnilin er ikki samtyktir, ongar fyrireikingar eru gjørdar, so - sjálvandi skulu tunlarnir norður um fjall setast í verk fyrst. Alt annað fer at fáa norðingar at kenna seg diskremineraðan.
Norðoyartingmenn NÚ mugu tit standa saman!
| This discussion has been closed. |