Vit mótmæla ætlannunum á Oyrareingjum

Keiøkið á Oyrareingjum hevur í mong ár verði nýtt til farmasigling og sum eitt eyka atløgupláss. Nú tá Samskip er fari harfrá vegna ónøktandi umstøður, er havnaøkið tókt til annað virksemi. Spurningurin er bara um hvat virksemi skal sleppa at vera har, og undir hvørjum umstøðum.

Í nógv ár hava íbúgvar kring fjørðin roynt at fingið umstøðurnar at búleikast her so góðar sum gjørligt, við atlitið til tað virksemi og skipaferðslu, sum er neyðug á fjørðinum. Osandi og larmandi skip eru koyrd av fjørðinum, og tey sum enn sigla her, hava fingið nógvar áheitanir um at betra um larm og royk. Beint fyri nýggjár var eitt uppskot lagt fyri Vinnunevndina í Býráðnum, har søkt var um at leggja eitt pakkhús á Oyrareingjum, sum estiskir eigarar skulu byggja.

Hettar pakkhús skal vera goymsla av pakkningi til ALLAN RUSSISKA FLOTAN sum ferðast kring oyggjarnar. Vit reageraðu skjótt, og handaðu eitt mótmælisskriv til nevndina á fundinum. Málið var tikið av skránni. Men nú hevur nýggja manningin í Vinnunevndini longu tikið málið uppaftur og samtykt tað. Uttan at viðgera nakað av tí sum stóð í okkara mótmælið, og eiheldur hoyra staðbundnu nevndina ella borgarar kring fjørðin. Eitt er at pakkningurin skal uppskipast og goymast á Oyrareingjum. Men avleiðingin av hesum er uttan iva, at Tórshavnar havn aftur letur upp fyri dálkandi og larmandi skipaferðslu inn á fjørðin. Russiskir trolarar fara at koma inn á fjørðin at taka pakkning, og nokk eisini liggja og bíða til teir sleppa framat, og til teir skulu útaftur einaferð til fiskiskap. Tit kunnu bara fyristilla tykkum avleiðingarnar av hesum.

Underskriv denne indsamling

Jeg giver med min underskrift Kollfjarðarnevndin tilladelse til at overdrage mine oplysninger i denne formular til vedkommende som har indflydelse på denne sag.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.







Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...