KORTANEI TIL AT STEINGJA TUNLARNAR

KORTANEI TIL AT STEINGJA TUNLARNAR

Mótmælisskriv frá íbúgvum í Hvannasunds Kommunu

Tann 20. septembur vórðu vit, borgarar í Hvannasunds Kommunu, kunnað um, at SEV í næstum fer undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall og at tunlarnir mugu steingjast um náttina í tíðarbilinum 23.00-5:30, tó at bilar sleppa ígjøgnum kl 01:00.
Vit vilja við hesum skrivi mótmæla arbeiðnum at leggja kaðalin í gomlu tunlarnar og vit heita á SEV um at finna aðra loysn enn at steingja tunlarnar.
Vit mótmæla at umstøðurnar og livikorini við hesari innrás í okkara lív verða verri enn tey longu eru orsakað av tunlunum. Vit hava longu ótíðarhóskandi og vandamiklar tunlar, og at teir afturat hesum nú skulu verða stongdir meginpartin av náttini í hálvt ár, ber slettis ikki til. Vit góðtaka hetta ikki.
Tørvurin á meiri streymi kemur ikki sum eitt yvirraskilsi, og tí átti ein lagaligari loysn eisini at verið funnin fyri langari tíð síðan.
Gamaní skal vinnulívið hava nokk at streymi, men tað mugu ikki verða borgararnir norðanfyri, ið skulu svíða fyri at hetta skal lata seg gera. Vit hava víst ómetaligt tolsemi í fleiri ár, men nú kann vera nokk!
Ein onnur loysn má og skal finnast. Antin má kaðalin leggjast upp um fjall, ella má eitt aggregat setast upp til viðkomandi virksemi, ið hevur so stóran tørv á streymi. Tað átti at verið eins gott, um oljan hjá SEV verður brend á Sundi ella í einum aggregati nærhendis tað stað, har streymurin skal nýtast.


Borgarar í Hvannasunds Kommunu