Stytt bíði tíðina hjá oyrabørnum

Kontakt forfatteren af dette andragende

Oyrnabørn í Føroyum

2023-09-18 14:25:26

Góða Landsstýriskvinna. Hetta skrivið verður latið tær, við vón um at varpa ljós á ein sera stóran tørv og mangul í okkara samfelagi, nevniliga oyrnabørn. At vera oyrnabarn merkir, at smábørn hava vesku í millumoyranum. Tað vil siga at tey hava eitt undirtrykk og vesku innanfyri trommhinduna, ið millum annað gevur teimum nógva pínu og ger at tey misstrívast og kunnu koma afturút í menningini, málsliga og sosialt. Tað ið oyrabørn aloftast hava tørv á, fyri at linna hesi symptomini, er at fáa lagt dren, so veskan sleppur út.  Bíðitíðin hjá oyrnabørnum í Føroyum fyri at fáa læknahjálp og harvið dren, er alt ov lang. Sum støðan er nú, skal ein ganga afturvendandi til kommunulæknan minimum einaferð um mánaðin í tríggjar mánaðir, áðrenn kommunulæknin vil senda ávísing til oyrna, næs og háls deildina. Hóast støðan hjá barninum er akutt, kann tað taka upp til sjey mánaðir at sleppa til samrøðu hjá oyralækna. Oyralæknin skal síðan gera eina meting um hvørs barnið skal hava lagt dren ella ikki. Verður støða tikin til at barnið skal hava lagt dren, er aftur ein bíðitíð, áleið ein mánaða.  Hetta er alt ov lang bíðitíð hjá einum lítlum barnið, við nógvari pínu. Dagar og nætur eru merktar av nógvum grátið, svøvnloysi og ótroystandi børnum, sum er óúthaldiligt fyri alla familjuna, ið sjálvsagt eisini eru neiliga ávirkað av støðuni. Tað einasta vit foreldur kunnu gera fyri at lætta um støðuna hjá barninum,  er at geva panodil, bera og ugga okkara børn. Panodil tekur ikki alla pínuna, og viðhvørt slett onga. Í summum førum verður pencillin givið, men tað er bert um betendilisi er í. Tað kann ikki vera rætt at eingin skjótari loysn verður veitt okkara grátandi børnum. Oyrnabørn eru forpínd, tey megna illa at luttaka í sosialum samspæli, bæði á stovni og heima. Tey koma aftur út í menningini sum heild. Tey isolera seg, eru aftur út málsliga og tey kunnu fáa meira skeld enn onnur børn, ið eru “raskari” at lurta eftir, tí tey faktiskt ikki hoyra tað, ið verður sagt við tey. Barn/børn og familja eru í trongari støðu, sum í síðsta enda kann elva til strong. Samanbera vit okkum við Danmark, er søgan ein heilt onnur. Í Danmark hava tey eina almenna oyrnaklinikk. Børnini kunnu tí sleppa beinleiðis til oyrnalæknan, og noyðast tískil ikki ígjøgnum kommunulæknan, sum eisini hevði lætta um teirra byrðu. Niðri er sum so ongin aldur, fyri at fáa lagt dren, men støða verður tikin, hvussu barnið hevur tað, við pínu, menning, og so víðari. Áðrenn corona var í Danmark, høvdu tey akutt tíðir mánadag til hósdag frá kl 08.00-09.00. Har man bara kundi møta upp. Síðan løgdu tey dren annað hvønn fríggjadag. Nú ringur man inn, og man kann fáa eina tíð sama dag.  Fyri at varpa ljós á hendan tørvin, og harvið vónandi at kunna stytta um bíðitíðina, havi eg valgt at taka støðuna í egnar hendur. Eg havi innsavnað undirskriftir, sum vísa á, at vit eru fleiri í Føroyum, ið ynskja at stytta um bíðitíðina, og at børnini í Føroyum fáa tað hjálp, sum tey hava brúk fyri. At hjálpa einum barnið sum er akutt og tað far lagt dren tá tað hevur pínu, og tey røttu eyðkenni, enn at tað er ein lóg sum sigur 18 mánaðir, og at barnið pínist í fleiri mánar og onga hjálp far. Tað er upplagt at tað er líka lóg sum í Danmark.  Mítt uppskot er, at vit fáa eitt tilboð til oyrnabørn í Føroyum, sum líkist tí sum er í Danmark. Tað kundi til dømis verið, sum nevnt í skrivinum omanfyri. Sjálv eigi eg fýra børn, og øll hava oyrnatrupulleikar. Eg havi persónligar upplivingar, ið strekkja seg yvir 12 ár. Tað er hjartaskerandi at vera foreldur at børnum, ið eru í hesu ræðuligu støðu, og tískil er mítt hægsta ynski, at okkurt verður gjørt sum skjótast.   Eg vóni at hetta skrivið verður væl móttikið og lisið við opnum hjarta. Við vón um viðvind.    


Kristina á Løgmannsbø



Del denne underskriftsindsamling

Hjælp med at skaffe flere underskrifter til denne indsamling

Hvordan promoverer man en underskriftsindsamling?

  • Del andragendet på din Facebook-væg og i grupper relateret til emnet.
  • Kontakt dine venner
    1. Skriv en besked, hvor du forklarer hvorfor du har skrevet under på denne underskriftindsamling, da folk vil være mere tilbøjelige til at skrive under, hvis de forstår, hvor vigtigt et emne det er.
    2. Kopier og indsæt webadressen for din underskriftindsamling i din besked.
    3. Send beskeden vha. e-mail, SMS, Facebook, WhatsApp, Twitter, Skype, Instagram and LinkedIn.