Stytt bíði tíðina hjá oyrabørnum

Er tað rætt at eitt oyrabarn, skal ganga við pínu í næstan eitt ár, áðrenn tað far hjálp ?

 

Vit sum hava oyrabørn, skulu ganga til ein kommunlækna, 1 ferð um mánan í 3 mánar, áðrenn ein henvísing verður send út til oyra, næsa, háls deildina.

Bíðitíðin at sleppa til ein oyralækna á oyra, næsa og háls deildini á Sjúkrahúsinum er upp til 7 mánar. 

Hví skal hettar taka 7 mánar + 3 mánar, ádrenn foreldrini sleppa at tosa við ein oyralæknan, og har frá er aftur ein bíðingartíð til at leggja dreen, sum eisini er leingi.

Hví skulu børnini vera 18 mánar, áðrenn tey fáa lagt drenn í Føroyum, tá tað er eitt ár í DK ? 

ì Danmark hevur man eina oyra, næsa og háls klinikk, sum hevur akutt tíðir, mánadag til hósdag, kl.08-09. Man møtur bara upp. Oyralæknin leggur dreen anna hvønn fríggjadag.

Hví skulu børnini í Førouym spríggja í eitt ár, áðrenn tey fáa hjálp ?

Hvussu við menningini hjá børninum?

Hvussu við svøvninum hjá barninum?

Hvat gerð tað við sprogið, at tey ikki koma at tosa beinavegin, hvat fyri avleiðingar hevur tað?

Hvat ger tað við eitt barn, at tað skal ganga við pínu í so nógar mánar?

Hvussu við sjúkradøgum hjá foreldrinum?

Hvussu við hinum børninum í húsinum, sum hava móð foreldur og vakna av gráti.

Hettar ber also ikki til longur. Nú mugu vit standa saman sum foreldur og fáa okkara børn framat.  

 

Ì Føroyum má ein broyting gerast til okkara oyrabørn og eg haldi at nú er tíðin komin at varpa ljós og hesa støðu. 

 

Eg hopi at samla so nógvar undirskriftir inn, so at tað kemur ein broytin í. 


Kristina á Løgmannsbø    Kontakt forfatteren af dette andragende