Skrivunder.net

Hestfólk vilja varveita Teistan til nøktandi skip kemur ístaðin

T Teistanevndin í Hesti ·

Til Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum

Áheitan viðvíkjandi Hestleiðini

Vit vilja við hesum staðiliga heita á teg um at steðga niðurlaðingini av Hestleiðini. Ein niðurlaðing sum bara tykist at standa við og versna, og sum so líðandi køvir alt lív í oynni. Kemur ikki vend í, verður skjótt øskukalt í Hesti.  

Nú um dagarnar frættist, at báturin, Jósup, skal sigla á Hestleiðini, tá ið Sandoyartunnilin verður latin upp. Jósup skal røkja hesa siglingina, til Erla Kongsdóttir kemur aftur um mánaðarskiftið mars/apríl. Teistin verður settur i aðra sigling.  

At seta Jósup í sigling á Hestleiðini er sera óheppið. Báturin tekur ikki bilar, og hann hóskar ikki til illa gongd og fólk við rørslutarni. Eisini er avmarkað, hvat Jósup tekur av farmi.  

Við at seta Jósup í sigling um Hestfjørð verður oyggin bumbað 50 ár aftur í tíðina. Meðan tunlar eru boraðir og títtleikin á rutusambandinum til so at siga allar aðrar oyggjar er øktur, gongur tað beint øvugtan veg við Hestleiðini. Oyggin hevur síðan 2016 mist knapt 40% av túrunum á leiðini, og ferðasambandið er so vánaligt, at tað ikki longur ber til at búgva í oynni og arbeiða ella ganga í skúla aðrastaðni. Tí er fullkomiliga óskiljandi, at oyggin enn eina ferð skal knúskast.  

Tí heita vit á teg sum landsstýrismann um at:  

-steðga niðurlaðingini av ferðasambandinum á Hestleiðini

-tryggja at Teistin ikki verður fluttur av Hestleiðini fyrr enn annað hóskandi skip er útvegað til leiðina

-veita vissu fyri, at ein nýggj, hóskandi ferja á Hestleiðini hevur eina ferðaætlan, sum ger tað møguligt at búgva í Hesti    

Vinarliga

Del denne underskriftsindsamling

Hjælp denne underskriftindsamling med at få flere underskrifter.

Indsæt linket i en besked, og send det til venner, som måske vil skrive under.




Betalt Annoncering

Skrivunder.net vil annoncere denne underskriftindsamling over for 6,000 personer.

Lær mere...

Vælg dit budget
Betalingsmetode
PayPalGoogle PayApple PayMobilePayKreditkort

Vælg en betalingsmetode for at fortsætte.