Fyritíðarpensónjstar vilja hoyrast
Fyritíðarpensjónistar í føroyum hava ikki sjálvir vælt at vera tað.
Vit hava øll arbeitt, ella roynt okkara besta inntil vit ikki kundu meira.
Har er altíð ein grund til tað, um tað so er fysiskt ella sálarliga, tað er undirordna.
Vit eru eisini menniskju.
Kostnaðurin í føroyum fer upp, við eini rúkandi fer, men vit síggja ikki at okkara pensjón veksur við. Okkara pensjón stendur í stað, meðan prísurin fer upp.
Tað verur meira, og meira torført at fáa allar endar at hanga saman. Fyrr ella seinni kunna teir ikki hanga saman meir.
Vit vilja tí, við allari respekt biða um at okkara pensjón verur broytt við tí broytandi økonomiðinum í føroyum.
Vit vilja at okkara penjón verur hækka minimum við 5000 kr.
enn meira vilja vit eisini at mótrokning dettur burtur.
Eisini vildu vit gjarna at minsta og miðal pensjón dettur burtur, soleiðis at tað er eitt pensjónsstig, av tí at hjá fleiri av okkum er tað svartasta ómøguligt yvirhøvur at koma ígjøgnum helvtina av mánadinum, áðrenn kontoðin er tóm.
Vit eru nøkur sum kunna arbeiða nakrar tímar um vikuna viðsíðunar av pensjónini fx 12 tímar., og vit vilja sjálvandi gjarna gera tað vit kunna.
Men sum nú er, er eingin nytta í tí, økonomiskt, av tí at alt verur mótrokna, altso teir pengar vit tjena fara direkta niður í vaski. Av tí sama nyttar hetta einki, um ikki broyting kemur í.
Haraftrat hava nógv av okkum báði kropsligar, men eisini sálarligar fylgjur av okkara ymisku sjúkum/skaðum/trupuleikum.
Tað kann vera so nógv, og ein stórur partur av tí kann bætna við tí rættu viðgerini, um tað er sálarfrøðingur ergo/fysioterapi ella okkurt heilt triðja. Tað kann eisini vera tennirnar sum hava tikið skaða av heiligvági, eitt nú paradentose. Hetta er ikki bíligt at viðgera, um tað er komi til eitt vist.
Vit vildu gjarna haft møguleika fyri at fáa hetta fíggja, soleiðis, at atløðan fyri at koma á arbeiðsmarknaðin við tíðini er fyri endan av tunnellini.
Tað er eitt sindur ov lætt at blíva fyritíðarpensjónistur í føroyum. Hetta ger tað at fólk útnytta tað, og tað gongur útyvur tey sum verðuliga hava tørv á fyritíðarpensjónini.
Ì Danmark er tað nógv torførari at blíva fyritíðarpensjónistur, av tí at tey hava nøkur stig man skal ígjøgnum.
Tann stutta frágreiðingin er at, man allar fyrst, skal á kontanthjálp, og har dentur verur lagdur á at koma út á arbeiðsmarknaðin, tey royna tað tey hava at bjóða, og virkar tað ikki, so verur man sendur til tað, tey kalla fyri rescourseforløb, har er aðrir sagsbehanlarir, sum hava breiðari vitan innanfyri meira kompleksar sakir, og eisini fyritíðarpensjón, og tillagað starv. Hetta forløbi er minst eitt ár og maks trí ár. Her verur man prøvaður fyri at metast kann um hvat, og hvussu nógv ein persónur kann. Alt tað sum, er sømuligt fyri viðkomandi verur roynt, og tað verur tikið í tempoðinum viðkomandi orkar.
Kemst einkið burturúr hesum, ella finnur man útav at viðkomandi einans kann arbeiða t.d. 10 tímar um vikuna, verur umsókn gjørd, í samstarv við t.d lækna, sálarfrøðing, fysio/ergo terapout, sjúkrahús. Haravtrat verur netverksfundur millum fagfólkini, og viðkomandi. Umsóknin verur send inn til rehabiliterings toymi, sum er nøkur fagfólk, sum sita í pensjónista nevndini. Tey viðgera umsóknina, og kalla síðanni inn til fund, har viðkomandi fær møguleika til at tosa, og verur spurdur um nøkur ting, síðanni verur støða tikin.
Vit vóna at tit politikarir vilja viðgera hetta skriv við vælvild, og at tit duga at siggja hví vit biða um hetta, og kunna, síggja at hetta er neyðugt.
Vinarliga fyritíðarpensjónistar í Føroyum.
SUSSANNE ØVRE Kontakt forfatteren af dette andragende