Varðveitið lívið í bygdini - Steðgið útbyggingini av verandi kirkjugarði í Sandavági

kirkjugardurin.jpg

 

Nú Vága kommuna enn einaferð hevur ætlanir um at útbyggja kirkjugarðin niðan móti bygdini og sostatt oyðileggja vøkru perluna mitt í bygdini, vilja vit mótmæla hesum.

Hví eru vit ímóti ætlanunum um at útbyggja kirkjugarðin:

 

  • Miðstaðarøkið skal virka fyri og gagna teimum livandi
  • Ætlanin er stuttskygd og ikki nøkur varandi loysn
  • Ætlanin er kostnaðarmikil
  • Ætlanin gongur beint ímóti ynskinum um fólkavøkstur og trivnað
  • Vandi er fyri, at bygdin gerst ein sovibygd
  • Nógvir borgarar í Sandavági hava longu mótmælt hesum uppskoti
  • Nógvir borgarar í Sandavági ynskja at antin 1: at økið verður friðað ella 2: brúkt til hugna og frítíð hjá børnum og ungum
  • Avvarðandi skulu sleppa at vitja síni kæru og syrgja í friði uttan at hava øll eygu í bygdini á sær
  • Øktur motortrafikkur á annars friðarliga økinum
  • Tað skal vera pláss hjá børnum at spæla, flenna og stuttleika sær mitt í bygdini
  • Tað er vanligt í grannabygdini og nógva aðrastaðni at hava kirkjugarð burturfrá bygdini 
  • Uppskotið úti á Bakka er ein langtíðarloysn, sum kann setast í verk beinanvegin og sum ikki er til ampa fyri borgarnar í nærumhvørvinum
  • Tað skal vera liviligt hjá teimum borgarunum sum búgva í miðstaðarøkinum
  • Húsini, sum koma at liggja sera tætt upp at nýggja kirkjugarðinum, fella í virði
  • Atkomuvegurin hjá borgarum niðri við kirkjuna verður fluttur til Loftagrund, sum førir til trupulleikar í smb. við tiltøk í bygdini 

Avgerðin verður tikin á ástaðarfundi mánadagin 9.apríl, so tað er umráðandi, at vit gera okkara ávirkan galdandi skjótast tilber. Allir borgarar í Vága kommunu hava rætt til at tala at.


Torgunn Á Løgmansbø Linda Krossá Joensen    Kontakt forfatteren af dette andragende

Underskriv denne indsamling


ELLER

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort på vores side. Forfatteren af indsamlingen vil dog kunne se alle informationerne, som du har oplyst på denne formular.

Du vil modtage en e-mail med et link til at bekræfte din underskrift. For at sikre, at du kan modtage vores e-mails, tilføj venligst info@skrivunder.net til din adressebogs liste over sikre afsendere.
Facebook