Skrivunder.net

Varðveiti lívið í bygdini - steðgi ætlaðu útbyggingini av kirkjugarðinum í Sandavági

V Vegna stigtakararnar: Maria Jacobsen og Heidi E. Hammer · FO

Varðveiti lívið í bygdini – steðgi ætlaðu útbyggingini av kirkjugarðinum

Nú Vága Kommuna enn einaferð hevur ætlanir um at útbyggja kirkjugarðin oman í grøna fríøkið við ánna, og sostatt oyðileggja hesa vøkru perluna mitt í bygdini, vilja vit hervið mótmæla.

Hví vit mæla ímóti at útbyggja kirkjugarðin vestureftir?

  • Tað skal vera pláss og rúmd hjá børnum at spæla, mennast og útfolda sær mitt í bygdini
  • Nógvir borgarar í Sandavági ynskja, at økið frammvið kirkjugarðinum framhaldandi skal verða brúkt til hugna og frítíð hjá børnum og familjum
  • Ætlanin er eingin varandi loysn og røkkur einans uml. 15 ár framm í tíðina
  • Ætlanin gongur beint ímóti ynskinum um fólkavøkstur og trivnað
  • Verður ætlanin framd í verki, fær tað avleiðingar fyri tiltøkini, ið ítróttarfelagið í Sandavági, SÍF, so fyrimyndarliga skipar fyri á hvørjum ári. Krøvini til tilbúgving økjast vegna vantandi atgongd og harvið minka inntøkumøguleikarnir hjá SÍF
  • Tað skal vera liviligt og hugnaligt í miðstaðarøkinum í Sandavági hjá øllum borgarum í bygdini, bæði hjá vaksnum og børnum
  • Fólkið í bygdini, grannar og avvarðandi myndugleikar eru ikki hoyrdir í málinum 

Lendið við Sandavágs kirkju er sett av til fríøki

Vága Kommuna hevur samtykt, at økið millum kirkjugarðin og ánna (Sjóberið) er fríøki, har ikki kann byggjast á. Hetta ynskja vit ikki verður broytt.

Vit heita tí á Vága Kommunu um at steðga á og ikki fara undir arbeiðið týsdagin, sum ætlað.

kirkjugardur_sandavagur_aftana.jpg

Del denne underskriftsindsamling

Hjælp denne underskriftindsamling med at få flere underskrifter.

Indsæt linket i en besked, og send det til venner, som måske vil skrive under.




Betalt Annoncering

Skrivunder.net vil annoncere denne underskriftindsamling over for 3,000 personer.

Lær mere...

Vælg dit budget
Betalingsmetode
PayPalGoogle PayApple PayMobilePayKreditkort

Vælg en betalingsmetode for at fortsætte.