Varðveit sjálvtøkuna á Skála

Í sambandi við at Betri banki hevur boða frá, at sjálvtøkan á Skála verður óvirkin longu nú frá 1. juni 2020, eru vit nógv fólk sum harmast um avgerðina. Avleiðingarnar raka okkum sum einstaklingar, familjulív, ítrótt og annað felagslív.

Sjálvtøkan kemur væl við hjá fólki á Skála, í Skálafirði og Innan Glyvur. Tað er í fleiri førum at tørvur er á reiðum peningi. Tað kann ikki vera rætt at fólk skulu brúka handilin ella bakaríið at taka pengar út frá framyvir. Lat okkum royna at fáa Betri banka at varðveita hesa seinastu bankatænastuna í bygdini. 

Reiður peningur er hentur og neyðugur í nógvum førum. Vit eiga eisini at halda fast við rættin til at velja sjálvi, um og nær vit vilja rinda við korti ella reiðum peningi. 

Vit hava ofta brúk fyri reiðum peningi, t.d.:

  • Til atgongumerki og smákeyp til fótbóltsdyst, hondbóltsdyst ella onnur ítróttarlig tiltøk. Hetta er neyðugur partur av inntøkugrundarlagnum hjá nógvum feløgum.
  • Til gávur og smærri daglig ískoyti hjá børnum og ommu/abba-børnum.
  • Til innsavningina í kirkjum og samkomum.
  • Til innsavningar, har góðir felagsskapir ganga frá hurð til hurð.
  • Til at keypa lutaseðlar ella annað, sum verður selt við dyrnar.
  • Til at gjalda við tá terminalar ikki virka.

Vit heita hervið á Betri banka um at varðveita sjálvtøkuna á Skála, og soleiðis vera við til at gera lokalsamfelagið betri, og ikki verri.Sjálvtøkan.jpg




Facebook