Stong Føroysku sendistovuna í Ísrael

Áheitan til løgmann og uttanríkispolitisku myndugleikarnar í Føroyum um at lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur og kalla øll okkara sendifólk í Ísrael heim.

Síðan ræðuliga álopið hjá Hamas tann 7. oktober er Ísrael farið undir eina etniska útreinsan av palestinska fólkinum í Gasageiranum.

Higartil eru minst 17.000 fólk deyð, harav 70% eru kvinnur og børn. Seinastu vikurnar hava vit sæð heil grannaløg verða løgd í oyði. Sjálvt sjúkrahús, skúlar og kirkjur verða bumbað.

Hóast gerðirnar hjá Hamas tann 7. oktobur vóru ræðuligar og undir ongum umstøðum kunnu forsvarast, so kann aftursvarið hjá Ísrael ikki samanberast við gerðirnar hjá Hamas.

Herferðin hjá Ísrael kann ikki longur roknast sum sjálvverja. Hon líkist meira einari týning av palestinska fólkinum í Gasa. Eisini á Vestara Áarbakka eru fleiri hundrað palestinar dripnir og fongslaðir uttan ákæru seinastu vikurnar.

Ofta verður sagt, at Ísrael er tað einasta fólkaræðið í miðeystri, men soleiðis er ikki. Fleiri mannarættindafelagsskapir, so sum Human Rights Watch og Amnesty International, hava gjørt umfatandi kanningar, ið prógva, at Ísrael útinnir apartheid og ger mun á jødum og fólki av øðrum etniskum uppruna. Hetta merkir, at palestinar hava ikki somu rættindi sum ísraelskir jødar.

Meðan ísraelar liva undir einari rættarskipan, har mann er ósekur, til tað øvuta er prógvað, so liva palestinar undir einum herðnaðardómstóli, har teir til eina og hvørja tíð kunnu blíva handtiknir og afturhildnir uttan nakra ákæru ella dóm. Ísrael er eisini tað einasta landi í heiminum, har børn kunnu verða dømd av einum herðnaðardómstóli. Summir palestinar (eisini børn) sita í fongsli í fleiri ár, uttan at har nakrantíð verður reist nøkur ákæra.

 

Við at skriva undir hesa undirskriftainnsavnanina, krevji eg, at føroyska sendistovan í Ísrael verður latin aftur, og at okkara sendifólk í Ísrael verða kallaði heim, inntil ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil Ísrael gevst við at kúga palestinska fólki. Føroyar hava einki at gera í einum landi, sum fremur fólkamorð og útinnir apartheid.


Samhugi vid palestina    Kontakt forfatteren af dette andragende

Underskriv denne indsamling

Jeg giver med min underskrift Samhugi vid palestina tilladelse til at overdrage mine oplysninger i denne formular til vedkommende som har indflydelse på denne sag.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.

Vi viser ikke dit telefonnummer offentligt online.







Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...