Fíggjarlig rađfesting - Suđuroyartunnil!

.

**MINNIST TIL AT VÁTTA UNDIRSKRIFTINA Á TELDUPOSTINUM**

 

Góđu føroyingar, vit vilja nú gera vart viđ støđuna í Suđuroy, sum tíverri er afturúrsigld.

 

Hetta skal verđa ein áheitan á komandi samgongu!

Fáa vit nóg nógvar undirskriftir, skal hesin bođskapurin og fólksins vilji runga í løgtinginum!

 

Eitt sindur um støđuna í suđurøki landsins:

Í ár 1950 búđu 6.268 íbúgvar í Suđuroy, og í dag, ár 2022, búgva 4.603 íbúgvar í Suđuroy. 

Í kreppuárunum í 1990-unum frættist, at áleiđ 13 % av suđuroyingum flýddu av oynni, tí arbeiđsloysiđ tók verriđ at bíta í Suđuroy enn í restina av landinum. 

Latiđ okkum knýta mestsum allar føroyingar saman í sama veganet (99 %) - latiđ okkum standa saman um Føroyar.

Vit mugu javnseta landafrøđiligar minnilutar viđ meirilutar, so at vit ikki skapa sosialan ójavna og undir- og yvirstættir! 

 

Latiđ okkum fáa Skúvoy viđ, sum hevur nógv at bjóđa øđrum føroyingum.

Í Skúvoy búgva áleiđ 17 fólk, og er henda - einaferđ háborg Føroya viđ Sigmundi Brestissyni á odda - vakra oyggj í svárari neyđ, tí avtoftan stendur fyri durđum.

Enn eru ráđ fyri tí!

 

Latiđ okkum fáa suđurøki viđ og byggja land!

 

Bjóđiđ øđrum (ætt, vinir, kenningar, starvsfelagar og grannar) at skriva undir.

 

Frammanundan tøkk :)


Snæbjørn Bærendsen    Kontakt forfatteren af dette andragende

Underskriv denne indsamling

Jeg giver med min underskrift Snæbjørn Bærendsen tilladelse til at overdrage mine oplysninger i denne formular til vedkommende som har indflydelse på denne sag.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.

Vi viser ikke din e-mailadresse offentligt online.







Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...