Gevið Rakul og Johan Fámará
Kontakt forfatteren af dette andragende
Viðv útbúgving og væl útbúgvnum starvsfólkum, har haldi eg at summi bestemt ikki hava brúk fyri tí.. Summi ung ella fólk við sálarligum trupulleikum hava bara brúk fyri at blíva betragtaði og behandlaði sum menniskju, heldur enn at blíva sæð ígjøgnum diagnosu-linsuna, sum í nógvum førum er dominerandi.. Tó skal líka viðmerkjast, at bæði eg og Johan eru útbúgvin. Vit eru bæði tvey námsfrøðingar.
Johan Í Kollafirði hevur lisið í 3,5 ár og eg havi lisið í 4 ár.. Sjálvandi brúka vit útbúgvingarnar hjá okkum, men vit eru fyrst og fremst bara góð við tey sum koma.. Vit eru bara menniskju, sum møta menniskjum Fámara er bestemt ikki egnað til øll, men til nógv trúgvi eg.. Summi hava bara brúk fyri at síggja eina meining við lívinum, og meining finna tey í øllum førum í Fámara Hóast vit bara eru menniskju sum ynskja at møta øðrum menniskjum har tey eru, so hava vit allíkavæl gjøgnumtonkt tingini og hava stórar planir..
Vit siga ofta "Fólk við SERLIGUM tørvi"... Eru tað ikki bara fólk við ØÐRUM tørvi? Fyri tað um tey ikki hava sama tørv sum kanska eg og tú hava, so merkir tað ikki, at teirra tørvur er serligari enn okkara tørvur..
"Fámara er ikki eitt sambýli við skiftandi vaktum og persónum, men eitt heim, har øll
mugu hjálpast at fyri at fáa dagin at virka. Tann jomfrúuligheit og óspiltheit, sum eyðkennir Fámara, skal varðveitast, og má undir ongum umstøðum fara at bera brá av institutión ella viðgerðarstaði. Fámara skal vera staðið, sum er dustsogið fyri institutiónseyðkenni, og øll í Fámara skulu liva undir somu treytum, og hava eina
ávirkan á allar avgerðir, ið verða tiknar.
Samanrenningin av friði, meiningsfullum arbeiðið, einum tempo, fólk megna at fylgja,
møguleikanum hjá teimum at vera fyri seg sjálvi og samstundis hava veruligt, erligt og ektað samband við fólk, sum vilja vera saman við teimum, hava virðing fyri teimum og góðtaka tey, sum tey eru, fer at gera umhvørvið í Fámara fyrimyndarligt at koma seg í." Brot úr Visión Fámara (http://dda57fc7c48cf643f29e-2d282c5f19586e81d23c181bb52b3679.r21.cf1.rackcdn.com/myfiles/1354013766_framtarhugsjnfmararakulogjohandalsgaard.pdf)
Re: Fámará
Rakul og Johan hava uppiborid at fåa Fámará, tey hava konkla hart fyri at tey standa her í dag. EINGIN hevur skoytt um festi/húsi í Fámará fyrr, men nú tå Rakul og Johan hava gjørt tad so pent, hevur Bjørn sett klødnar í, og vil hava festid, hann hevur ikki skoytt um tad fyrr, men nú tá tad er so vakurt vil hann jú hava tad sum tad er so hann ikki bihøvist at lyfta reyvina, so hann kann selja festi út til onkran annan og tjena kassa uppå tad, haldi tad er langt úti. Og johan og Rakul, veri lídin, vissi tit vera blakadi út, so lat húsi/festi síggja út, sum tå tit komu har. Eg haldi, at tit hava nokk at strídast vid og tad er hart at vera uppí mótur teimum hægstu í Føroyum , men vís nú tykkara styrki, ikki geva upp, eg studli tykkum allan vegin..
"Grundin er".
1. Búnaðarstovan hevur V/ Bjørn Pæturson á odda. Hevur brúkt eitt óhoyrt magtmisbrúk, frá byrjan.
"Minnir ikki sørt um Norð-Koreaskar tilstandir".
Tilvildarligir persónar, sum umsita/Misnýta lógina um Landsjørð, sum teimum lystir.
2. Landbrúkið er alt ov lítið, hjá festara, at hava neyta og seyðahald til. Tí er tað upplagt høvi, til alternativ, slóbrótandi og kreativ endamál.
Góða eydnu
Pauli
| This discussion has been closed. |