Føroyingar ímóti fríari fosturtøku - Verji tey veiku í samfelagnum

Hetta er21231822_1898903210437315_5170913134407063036_n1.jpg til tey ið vilja geva sína rødd til kennar ímóti fríari fosturtøku í Føroyum.

Vit vilja gera vart við, at vit eru ikki fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Vit virða menniskjarættindasáttmálan hjá ST, ið sigur:”Øll hava rætt til lív, frælsi og persónliga trygd.” Vit meta, at øll menniskja hava eitt ómetaliga stórt virði, og eitt og hvørt menniskja hevur rætt til lívið. Vit trúgva, at sum tjóð, so eiga vit at verja tey allarveikastu í samfelagnum.

Her kunnu øll, bæði menn og kvinnur skriva undir.