MÓTMÆLA HANDFARINGINI AV SUÐUROYARLEIÐINI

Kontakt forfatteren af dette andragende

Støðulýsing nr. 4 av "Mótmæli av handfaringini av Suðuroyarleiðini"

2022-08-16 06:20:37

Góði tit øll 1041 sum hava skriva undir og mótmæla politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini.

Undirskriftirnar vóru handaðar í Tinganesi í gjár 15.aug. kl. 13.30, har landstýrismaðurin Uni Rasmussen tók í móti. í Samband við handfaringina, var ein stutt røða hildin fyri landstýrismanninum og fjølmiðlinum KVF, IN.FO, FM1.

Leinkjur til uppfylgjandi greinar hjá fjølmiðlum eftir handanina.

in.fo 

KVF

FM1

 

Røða ísamb. við handan av mótmælisundirskriftum..

Eg vil takka tykkum øllum, sum er møtt her í dag. Eina serliga stóra tøkk til tykkum -fleiri enn 1000 fólkini -kring um allar Føroyar-sum taka undir við MÓTMÆLINUM AV POLITISKU HANDFARINGINI AV SUÐUROYARLEIÐINI.

Upplýsast kann, at í alt 1041 fólk hava skriva undir, svarandi til 2,5% av øllum føroyingum omanfyri 15 ár.   Um tað er nakar, sum ivast hví okur eru samla her, fari jeg at taka stutt aftur í orsøkina.

Men áðrenn tað, vil eg beinanvegin upplýsa, at her er ikki talan um eitt politiskt mótmælið. Innsavningin av undirskriftum er púra ópolitisk, tað er ikki ætlanin at harta nakran ávísan politikara ella flokk; málið hevur nógv størri týdning at vera loyst, enn at blíva eitt politiskt kjak við runu blakan, -um enn-, málið hevur aldur til tess. Ynskið er at allir flokkar og politikara taka í egnan barm og hyggja frameftir.

Okur mótmæla politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini, tí at okur meina, at Føroysku politikkararnir ikki hava skilt trupulleikan, og taka ikki neyðugu og áløgdu ábyrgdina á seg, at dagføra Suðuroyarleiðina, til tíðarinnar tørv.

Skil okkum rætt, í Suðuroynni er gott at búgva, men Suðuroyarleiðin hevur tað ikki gott og er ikki nøktandi til tíðararinnar tørv. Tænastustøði á farleiðini stendur við og versnar, tað tykist mangan, sum Smyril ikki klárar at røkja farleiðina, við øktum ferðafólkum og farmi.   Størsta afturstigið á Suðuroyarleiðini hendir nú fríggjadagin, tá Smyril verður tikin úr sigling og Herjólfur verður at avloysa Smyril.

Hetta vilja okur uppá tað allar harðasta mótmæla, og krevja sum tað fyrsta, at Smyril verður ikki tikin úr sigling, fyrr enn eitt javnbjóðis skip -á stødd við Smyril-  verður at røkja siglingina, áðrenn Smyril sleppur í dokk.

Talan er ikki um kritikk av skiparanum ella manningini á Smyril. Skiparin hevur stóra ábyrgd, og er tað skilligt, at hann ynskir, at Smyril verður dokkaður sum skjótast, nú støðan er so alvorlig, sum varð lýst í D&V farna fríggjakvøld. Henda fráboðan frá skiparanum, er enn eitt róp um varskó, við prógv um, at støðan er “hættislig”, og verandi enn meira ógvuslig, enn fólk higartil hava vita.   At ongin klokka hevur ringt í fíggjarmálaráðnum og í Løgtinginum av hesari støðuni er ófatiligt.

Tað ber snøgt sagt ikki til, at 10 % av Føroya fólki liva við slíkari ótryggari farleið, og vera nú sett 50 ár aftur í tíð.   Tolið er uppi hjá okkum, sum búleikast í Suðuroynni, og kravt verður, at Suðuroyarleiðin fær tað neyðugu játtan, sum skal til, fyri at Suðuroyarleiðin er á einum nøktandi støði, javnbjóðis við farleiðirnar kring um í Føroyum. Hetta hava okur krav uppá sum suðuroyingar og javnbjóðis føroyingar.

Men, sum Føroyar hava ment seg, er Suðuroyarleiðin ikki longur bara ein spurningur um sigling. Raðfestingar hjá Løgtinginum til íløgur av samferðslukervinum seinastu 30 árini hava viðført, at í dag hanga ”sigling um Suðuroyarfjørð” og ”koyring undir Suðuroyarfjørði”, óloysiliga saman, og mugu viðgerast og kjakast um undir einum.

Sjón fyri søgn er, at meðan suðuroyingar enn stríðast við tíðaravmarkaða siglingin um Suðuroyarfjørð, -samstundis sum koyrandi er undir Vestmannasundi, Lorvíksfjørði, Skálafirði og nú skjótt Skopunarfirði-, er farin fram stór stagnatión, fráflyting og afturgongd í Suðuroynni, meðan risa stór menning við fólkavøkstri er farin fram í miðstaðarøkinum har koyrandi er ímillum.

Okur gleðast um framburðin í omanfyri nevndum økjum, og vóna samstundis at øll skilja avbjóðingarnar og avmarkingarnar, sum siglingin um Suðuroyarfjørð hevur við sær. Prógva er, hvussu stóran týdningin, ið fast samband hevur á lokalu økini. Neyvan er tað nakar, sum ynskir tíðina aftur, tá siglt var um omanfyri nevndu firðir. Tunlarnir hava ikki bara ment lokalu økini, men allar Føroyar, nú fólk kunna ferðast frítt í hesum økjum.

Tí hevur politiska handfaringin av Suðuroyarleiðin, alla ávirkan á, hvussu framtíðin í Suðuroynni verður forma. Løgtingi avgerð hvussu raðfestingin verður, og Løgtingi avgerð, um tað verður framburði ella ikki. Seinastu 35 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 20%, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið við nærum 19%. Talan er um eina ræðandi minking, svarandi til, at nærum øll Vágs bygd er burtur…..

Tað er ongin ivi um, at orsøkin til afturgongdina og fólkaflytingina stavar serliga frá “vánaliga”, óstøðuga og ótíðarhóskandi ferðasambandinum um Suðuroyarfjørð. Niðurbræðingin av Suðuroynni hevur staði uppá í alt ov langa tíð og hevur viðført umfatandi oyðileggjandi avleiðingar við sær. Ringasta sum hendir er, at fólk missa vónina, og serliga eru tað ungu ættarliðini, sum velja Suðuroynna frá. Henda gongdin má steðga, og einasta munagóða framtíðarloysnin er: Fast samband umvegis undirsjóvartunnil.

Prógva er, at hetta letur seg gerða. Men tað letur seg einans gerða, um Løgtingið vaknar og raðfestur ein Suðuroyartunil.

(Ein Suðuroyartunnil viðførur at 10 % fleiri føroyingar koma at hava ein felags arbeiðs- og íbúðarmarknaði. Tunnilin vil viðføra fólkavøkstur, geva javnbjóðis atgongd til tænastu- og handilsveitingar, almennar- og heilsuveitingar, lættari vitanardeiling, betri atgongd til útbúgvingarmøguleikar v.m... )

(Við einum Suðuroyartunnli, kunna flest allir føroyingar møtast innanfyri uml. ein tíma allar tíðir av døgninum kring um, har koyrandi er til)

(Sum nú er, ferðast uml. 270.000 fólk um Suðuroyarfjørð um ári.  Tvs. at 270.000 fólk brúka uml. 2-3 tímar hvørt ár uppá at ferðast til og úr Suðuroynni. Hetta svarandi til uml. 1. mió. tímar/p.p., og tá er ikki tíðin tald við, har bíða verður eftir fráferð hjá Smyril.....)

(Eitt kent sitat frá fyrrverandi Amerikanska Forsetanum Benjamin Franklin er “Time is money”)

(Yvirført á omanfyri merkir hetta, at bíði- & sigliðtíðin ella “spilltíðin” um Suðuroyarfjørð kostar føroyska samfelagnum 100 tals milliónir hvørt ár, ið heldur kundi verði brúktur til framleiðslu.)

(Annað, sum átti havt týdning fyri løgtingslimirnir at taka støðu útfrá er, at ein Suðuroyartunnil vil geva landinum -umframt sparingar í rakstrinum av ferjum-, ein vinning í avskrivingum. Íløgur í ferjur skulu avskrivast yvir stutt áramál, meðan ein tunnil heldur so at siga í allar ævir og missur ongantíð virði.)

Okur eru øll javnbjóðis borgarar, og allir føroyingar hava rætt til at fáa somu viðferð uttan mun til hvar í landinum tey búgva.

Kravið við hesari undirskriftarinnsavning er tí hetta:

1. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, gevur SSL boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvir bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð, sum Smyril.

2. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin; at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á Løgtingsinsfíggjarætlan í 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.

Eg fari at biða landstýrismannin um at taka ímóti undirskriftunum við vælvild, og við vón um, at hesar verða tiknar til eftirtektar, og at okur ongantíð koma at standa aftur í hesari ótryggu og syndarligu støðu, har øll Suðuroyggin, vinnulívið í Suðuroynni, frítíðar- og ítróttarlív í Suðuroynni, og allir borgarar, ung sum gomul vera sett aftur í tíð.

Okur krevja ikki meira enn onnur, men vanta heldur ikki at fáa minni enn onnur. Okur ynskja tryggleika og møguleika at ferðast uttan at vera bundin at ferðaætlan. Okur ynskja javnbjóðis rætt, sum flest allir Føroyingar hava, at kunna ferðast uttan at vera bundin av tíð;  tí at hetta letur seg gera, og hoyrir nútíðini til. Tá fáa okur einar ríkari Føroyar.

Takk fyri!!  

 


-áhugabólk fyri betran av Suðuroyarleiðini- v./Fróði Mortensen vfl.

HANDAN AV MÓTMÆLIS UNDIRSKRIFTUM MÁNADAGIN 15. AUG.

2022-08-12 07:45:21

Ætlanin var at handa innkomnu undirskriftirnar í dag fríggjadag 12. August kl. 15.00 á Krambatanga, eftir at Smyril var komin Suður, og var innbjóðing send til Fíggjarmálaráðið ónsdagin 10. aug. við áheitan á landstýrismannin vfl., um at vitja í Suðuroynni komandi fríggjadag 12. August og taka ímóti undirskriftunum.

Men boðini úr Fíggjarmálaráðnum var, at landstýrismaðurin er ikki tøkur fríggjadagin 12. Aug.

Heitt var tí á Fíggjarmálaráðið, at ynskið er at handdanin verður seinast mánadagin 15. August, við tilmælið um, at handdanin verður á Krambatanga, eftir at Smyril er komin suður, har landstýrismaðurin tekur ímóti.

Men Fíggjarmálaráðið kann ikki geva lyfti um, hvør tað liggur fyri hjá Landstýrismanninum at koma suður mánadagin 15. Aug.

Undirskriftirnar vera undir øllum umstøðum tí handaðar mánadagin 15. August, og verður hetta annaðhvørt á Krambatanga eftir at Smyril er komin suður kl. 11.00, ella verður fari við Smyril til Havnar kl. 11.30, har undirskriftirnar vera handaðar í Tinganesi.

GG. Freistin at skriva undir niðanfyri mótmælið er leygardagin kl. 18.00.

Mótmælt verður handfaringin av Suðuroyarleiðini og kravt verður at:

1. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, gevur SSL boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvir bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð, sum Smyril.

2. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin; at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á Løgtingsinsfíggjarætlan í 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.

Vegna áhugabólkin fyri betran av Suðuroyarleiðini

Fróði Mortensen


-áhugabólk fyri betran av Suðuroyarleiðini- v./Fróði Mortensen vfl.

Støðulýsing nr. 2 av "Mótmæli av handfaringini av Suðuroyarleiðini"

2022-08-10 14:29:16

Góði tit øll sum hava skriva undir mótmæli av handfaringini av Suðuroyarleiðini.

Takk fyri stuðulin, og hava higartil 929 fólk skriva undir mótmæli. (Hervið verður enn einaferð gjørt vart við, at hetta kundi og átti verði væl meira, havandi í huga, at tað búgva 4.770 fólk í Suðuroynni, har flestu teirra, annað hvørt tey sjálvi ella onkur av teirra nærmastu eru regluliga tvungin til at ferðast um Suðuroyarfjørð)

Ætlanin var at handa landstýrismanninum í fíggjarmálum, sum eisini varðar av samferðslumálum, Una Rasmussen innkomnu undirskriftirnar fríggjadagin 12. august kl. 15.00 umborð á Smyril eftir, at Smyril er komin suður á Krambatanga. Men fíggjamálaráðið hevur fráboða, at Landstýrismaðurin er burturstaddur, og tí kann hann ikki møta á Krambatanga 12. aug. Fíggjamálaráðið hevur lova at venda aftur við nærri boðum, tá greitt er nær landstýrismaðurin er tøkur at taka ímóti undirskriftinum.

 

Tvs. at uppá núverandi tíðspunkt er ikki greitt, nær undirskriftirnar verða handaðar landstýrismanninum, men meira kunning um hetta seinni....

 

Vegna -áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini-

/Fróði Mortensen  

 

Niðanfyri er avrit av telduposti sendir í dag 10. aug.til fíggjamálaráðið við innbjóðin til landstýrismannin at vitja í Suðuroynni til handan av mótmælis undirskriftum.... 

 

Fra: "fm@email.fo" <fm@email.fo>
Emne: Mótmæla handfaringini av Suðuroyarleiðini
Dato: 10. august 2022 kl. 14.53.09 WEST
 
 
Góði Uni Rasmussen, landstýrismaður 
 
Sum tær kunnugt, er stór ónøgd við politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini. 
 
Suðuroyingar eru í stóran mun  avbyrgdir frá umheiminum stóran part av døgninum, og fáa ikki javnbjóðis møguleika at ferðast frítt, sum fólk annars kring um í flest øllum støðum í Føroyum. Hetta hevur viðført eina niðubræðing av Suðuroynni, har fólkatalið í Suðuroynni er minka við 20%, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er voksið við 19% seinastu 35 árini.  
 
Og størsta orsøkin til hesa gongdina er handfaringin av Suðuroyarleiðini, og er ónøgdin við handfaringina av Suðuroyarleiðini vorðin enn størri, nú SSL hevur gjørt av, at Herjólfur III verður avloysaraskip fyri Smyril, sum skal í dokk frá 19. august til 2. oktober. 
 
Nógv hava gjørt vart við støðuna, men enn uttan úrslit. Kjakast verður javnan og savnan um Suðuroyarleiðina millum manna. Kjakast verður í almennum miðlum og á Løgtingi. Men tað sýnist sum um, at føroysku politikkararnir hava veruliga ikki skilt trupulleikan, og taka ikki støðuna í álvara. Gongdin kann ikki halda áfram, har ungdómar flyta úr Suðuroynni, og vónin fyri framburði minkar ár um ár millum tey sum eftir eru. 
 
Fyri at vísa á hesa vandastøðu, hevur ein áhugabólkur tikið stig til at savna inn undirskriftir fyri uppá á tað harðasta at mótmæla politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini. Ætlanin er fyrst av øllum at vekja løgtingslimirnir, við áheitan um at  politikari taka støðuna í álvara, heldur enn at stinga høvdið í sandin. 
 
Higartil hava 928 fólk kring um allar Føroyar skriva undir áheitan um at: 
 
1. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, gevur SSL boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvir bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð, sum Smyril. 
 
2. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin; at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á Løgtingsinsfíggjarætlan í 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030. 

 

Áhugabólkurin ynskir at handa landstýrismanninum innkomnu undirskriftirnar komandi fríggjadag 12. August kl. 15.00 á Krambatanga, eftir at Smyril er komin Suður. Tvs. at landstýrismaðurin verður boðin at vitja í Suðuroynni komandi fríggjadag 12. August, og siglir Smyril av Havn fríggjadag. Kl. 13.00. 
 
Vegna áhugabólkin fyri betran av Suðuroyarleiðini 
 
vh. Fróði Mortensen 

 

 


-áhugabólk fyri betran av Suðuroyarleiðini- v./Fróði Mortensen vfl.

Støðulýsing nr. 1 av "Mótmæli av handfaringini av Suðuroyarleiðini"

2022-08-08 14:53:30

Góði tit øll sum hava skriva undir mótmæli av handfaringini av Suðuroyarleiðini.

Higartil hava 809 fólk skriva undir mótmæli. Hetta kundi og átti verði væl meira, havandi í huga, at tað búgva 4.770 fólk í Suðuroynni, har flestu teirra, annað hvørt tey sjálvi ella onkur av teirra nærmastu eru regluliga tvungin til at ferðast um Suðuroyarfjørð.

Vónin og ynskið er, at í minsta lagið 1.000 fólk taka undir við áheitanini. Vónandi koma fleiri innan fríggjadagin komandi, tá ætlanin er at handa undirskriftirnar...

Fleiri fólk gera vart við, at tey taka undir við mótmælinum, men skriva ikki undir, tí at hetta broytir onki, og at hetta er alt ovseint at mótmæla.
Og ja; tað kann ein so halda. Spurningur er nokk meira, hví onki er gjørt frammanundan, hvør er tað sum skal gera eitt og annað frammanundan, og er tað nú veruliga rætt, at slett onki er gjørt frammanundan?

Men at halda uppá, at onki er gjørt frammanundan er ikki heilt rætt. Nógv fólk hava gjørt vart við støðuna og funnist at. Og er tað heldur ikki uppgávan hjá okkum vanl. borgarum, at útvega hóskandi skip at avloysa Smyril.

Satt at siga, trúði flest okkara ikki uppá, at tað bleiv so galið, at eitt lítið, og seint siglandi 30 ára gamalt kassera skip við bogportur skuldi avloysa ferðafólkaflutningin hjá Smyril um Suðuroyarfjørð. Rætt er, at kunna var um, at Herjólfur skuldi avlasta farmasiglingina hjá Smyril, men tað var fyri okkum púrasta óhugsandi, at Herjólfur verðuliga skuldi avloysa Smyril...

Tað er átaluvert og totalt langt úti, at Herjólfur bleiv avloysaraskip fyri Smyril, og kann hetta ikki góðtakast..... Hvørt tað nú er seint ella ikki at mótmæla, so er tað er upp í saman gjørt vart við hesa somu støðuna, hvørja ferð Smyril skal í dokk, men enn uttan úrslit...... Ábyrgdin fyri vánaligu handfaringini av Suðuroyarleiðini, liggur í hvussu so er ikki hjá tykkum, sum nú skriva "seint" undir mótmælið.... Ábyrgdin liggur í Løgtinginum, sum raðfestir íløgu og rakstrarjáttanina til Suðuroyarleiðina.

Tá hetta er sagt, eru vit ikki so naiv, at okur trúgva uppá at undurskiftainnsavningin broytir uppá avgerðina at Herjólfur avloysir Smyril á hesum sinni. Men okur hava tó enn eina lítla vón um at hetta ikki verðu so, og lata ikki hesa dáragerð í móti Suðuroynni henda uttan átalu.

Umráðandi er -um enn seint- at gera vart við støðuna, fyri at vísa á ónøgdina, sum vónandi kann ávirka framyvir til fyrimunar fyri okkum sum enn búleikast í Suðuroynni.

Um handfaringin av Suðuroyarleiðini broytist til nakað betri orsakað av hesum, hevur tað hóast alt verði stríði vert. -og hetta krevur stríð, tí uttan stríð hendir onki......

Takk til tykkum øll sum taka undir við mótmælinum, kanska tit kunna ávirka kring tykkum og fáa enn fleiri at skriva undir...

Vegna -áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini-

/Fróði Mortensen  

 


-áhugabólk fyri betran av Suðuroyarleiðini- v./Fróði Mortensen vfl.



Del denne underskriftsindsamling

Hjælp med at skaffe flere underskrifter til denne indsamling

Hvordan promoverer man en underskriftsindsamling?

  • Del andragendet på din Facebook-væg og i grupper relateret til emnet.
  • Kontakt dine venner
    1. Skriv en besked, hvor du forklarer hvorfor du har skrevet under på denne underskriftindsamling, da folk vil være mere tilbøjelige til at skrive under, hvis de forstår, hvor vigtigt et emne det er.
    2. Kopier og indsæt webadressen for din underskriftindsamling i din besked.
    3. Send beskeden vha. e-mail, SMS, Facebook, WhatsApp, Twitter, Skype, Instagram and LinkedIn.



Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...