Áheitan á Tórshavnar kommunu, um at fáa kloakkirnar í rættlag

Kommentarer

#4

Góð kloakkviðurskifti eru eitt sjálvsagt grundarlag í einari kommunu, eins og reint drekkivatn, gøtuljós og vegir. Av teimum er kloakkering tað mest umráðandi. At tryggja reinføri og heilsu.

Tí er tað óskiljandi og stór skomm, at Føroya størsta og ríkasta kommuna, ikki tryggjar eina so grundleggjandi veiting til borgarar sínar.

Annika Beinta Hoydal (Tórshavn, 2024-03-10)

#10

Eg vil fegin svimja í Sandagerði uttan at vera í vanda fyri at gerast sjúk

Sigrun Samuelsen (Tórshavn, 2024-03-10)

#13

Eg plagi at svimja í Sandagerði og eri stúrin um, at vandamiklar bakteriur eru í sjónum.

Turið Barbara Jacobsen (Argir, 2024-03-10)

#32

Sjálvandi skulu kloakkirnar vera í ordan. Tað er tað mest grundleggjandi fyri eina og hvørja sivilisatión

Petur í Gong (Tórshavn, 2024-03-11)

#34

Jeg vil på det kraftigste opfordre kommunen til at få orden i kloak-forholdene i Tórshavn!

Peter Østergård (Tórshavn, 2024-03-11)

#43

Hóast eg ikki svimji í sjónum ynski eg at sjógvurin er reinari enn hann er í dag.

Sigga Vang (Tórshavn , 2024-03-11)

#58

Eg skrivi undir, tí eg brúki Sandágerð og vil fegin halda fram at kunna brúka tað uttan at gerast sjúk. Eg skrivi eisini undir, tí eg dagliga gjøgnum allan veturin síggi børn spæla á sandinum og í sjónum og ósanum. Tað kann ikki vera rætt, at einasta strondin í býnum, sum 100vís av fólkið brúkar hvønn dag, skal vera so dálkað. Tað er stutt sagt ikki sivilisera.

Rakel Helmsdal (Tórshavn, 2024-03-11)

#59

Sjálvsagt skal hetta vera i lagi.

Annika Marr Poulsen (Tórshavn, 2024-03-11)

#64

Samdur í at hetta má takast hond um. Og eigur hetta at vera tikiđ framum onnur mál á skrá hjá TK.

Bogi Í Gil (Tórshavn, 2024-03-11)

#66

Eg skrivi undir, tí eg búgvi í miðbýnum, har eg ofta havi upplivað, hvussu stankurin frá kloakkunum breiðir seg, og tí eg eri góð við havnarborgarar og ynski ikki fyri okkum, at vit skulu gerast sjúk orsaka av vánaligu kloakkviðurskiftunum.

Elin Brimheim Heinesen (Tórshavn, 2024-03-11)

#67

Tíð upp á at fáa kloakkirnar í Havn í tíðarhóskandi og umhvörvisliga forsvarligan stand

Carl Jóhan Jensen (Tórshavn, 2024-03-11)

#78

Eg haldi, at hetta er eitt týðandi økið, sum Tórshavnar kommuna eigur at raðfesta fyri at verja heilsu og trivna hjá íbúgvunum, og somuleiðis hevur kommunan skyldu til at halda landsins lógir, eitt nú kunngerð um spillivatn.

Runa Hjelm (Torshavn, 2024-03-11)

#79

Vegna úrslit av álvarsamari dálking, ið kann kosta lív !

Rúna á Heygum (Tórshan, 2024-03-11)

#80

Hoyrdi sum slatur ar Havnin hevur so nógvan pening at tey ikki vita hvat tey skullu brúka peningin til. Sjónleikarhús sum ikki hevur havt eina sjónleikasýning í áravís. Kunstiga Havnará osv.
At reinsa dálking burdi havt fremstu raðfesting.

Pál Eirikur Vang (Tórshavn, 2024-03-11)

#81

Tað er av alstórum týdningi, at alt kloakkvatn verður tryggjandi soldað og reinsað áðrenn útlát í áir og á sjógv.

Áki Mannbjørn Mortensen (lemvig, 2024-03-11)

#86

Líkjist ongum at tað er so lítið skil á hesum í okkara kommunu

Oddmar Olsen (Tórshavn, 2024-03-11)

#90

Haldi at tað er sera umráðandi at viðlíkahalda ting. Ikki minst kloakkirnar. Ikki bara tær sum renna út í sandagerð. Men allar.

Ása Andreasen (Tórshavn , 2024-03-11)

#91

Tað einasta rættað.

Jógvan Ellingsgaard (Tórshavn, 2024-03-11)

#117

Eg skrivi undir, tí slíkt svínarí sjálvandi ikki eigur at koma fyri í Føroya størstu og mest framkomnu kommunu. Havnin skal skína og verða okkara deiliga Havn úr fjøru til fjals. Sitandi býráð hevur nakrar mánaðir eftir at fáa hetta rættlag. Ella ið hvussu er at fáa sett hetta á skinnararnar. Góðan arbeiðshug!

Leivur Hansen (Hoyvik, 2024-03-12)

#123

Eg skrivi undur tí at mær dámar væl at spæla á sjónum og við sjóðarmálan

Markus Køtlum (Tórshavn, 2024-03-13)

#131

Hetta er neyðugt

Jón Kragesteen (Tórshavn , 2024-03-13)

#144

Eri havsvimjari

Ingrid Bærentsen Patursson (Tórshavn, 2024-03-14)

#146

Tí eg og vinfólk dippa í sjónum nærum hvønn dag alt ári. Eisini arbeiði eg sum námsfrøðingur og tá er fjøran eitt av fantastisku spæliplássinum fyri børnini

Elsa Henrysdóttir av Reyni (Hoyvík, 2024-03-14)

#154

Tí eg ynski at tað skal vera reint runt Tórshavnar kommunu og tí eg ynski at kunna hoppa í sjógvin, sum kundi verið reinasta vatn at svomi í🇫🇴

Erla Mikkelsen (Argir, 2024-03-15)

#156

Fyri at vit øll børn og vaksin njóta alt okkara fagra náttúra hevur at geva okkum, uttan at hava ampa av at umhvørvið er dálka.

Eyð S. Johannesen (Tórshavn, 2024-03-15)

#163

Sandurin varð “endurlagdur” i Sandagerði fyri næstan 30 árum síðani og nakað var eisini gjørt við kloakkirnar tá, men tíverri mangla framvegis nakað, soleiðis at skitið vatn framvegis rennur frá økjum omanfyri Velbastaðvegin gjøgnum gerði, og oman a sandin, sum er eitt fantastiskt spælipláss. Tað er for vánaligt, at kloakumvælingarnar ikki vóru gjørdar lidnar tá.
At tað nú eru stadfestar sera skaðiligar bakteriur á sjónum, ger tað bara uppaftur verri.

Armgarð Steinhólm (Tórshavn, 2024-03-16)

#174

Sjálvandi skulu hesi viðurskifti vera í lagi.

Hildibjørt Slættalíð (100, 2024-03-17)

#184

Eg skrivi undir, tí eg haldi hetta eigur at gerast sum skjótast. Ja vit eiga at brúka pening til at umleggja kloakkir

Sigrun Mikkelsen (Tórshavn , 2024-03-19)

#199

Hetta má fáast í rætt lag alt fyri eitt.

Jensina Olsen (Tórshavn, 2024-03-27)



Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...