Steðgið allari óneyðugari flogferðslu fyribils!
Ísv. Covid-19 breiðir seg við rúkandi ferð m.a. Í Danmark, er alneyðugt at taka smittuvandan í størsta álvara.
Tað er av týdningi, at vit føroyingar nú standa saman og savna undrirskriftir inn, nú Landsstýrið ikki tekur hetta í nóg stórum álvara.
Vit missa tamarhaldið um øll hesi ferðafólkini koma til Føroya, og hvat nyttar tað, at heita á arbeiðspláss, bústovnar o.s.fr. um at steingja ella vísa varsemi, um tað so hvørt koma fólk frítt inn í landið uttan kravt sóttarhald.
Við hesum undirskriftum vilja vit heita á Løgmann um at nýta sín myndugleika og steðga allari óneyðugari flogferðslu til Føroyar.
Vit mugu standa saman og verja okkara veiku í Føroyum.
Meddelelse fra administratoren af dette webstedVi har lukket denne underskriftsindsamling, og vi har fjernet underskriveres personlige oplysninger.Den Europæiske Unions generelle databeskyttelsesforordning (GDPR) kræver en legitim grund til lagring af personlige oplysninger, og at oplysningerne opbevares så kort tid som muligt. |