Vantandi breiðband í Suðuroynni

So er man aftur bombaður aftur í farnu øld, tá tað kemur til Breiðbandsferð í Suðuroynni.

Eftir at brek er komi á kaðalin um Skopunarfjørð og brek kom á kaðalin í Hvalbiarfjørðið fyrr í 2014, so er álitið á fjarskiftinum til Suðuroynna aftur ein radiolinkur við avmarkaðum sambandið.

Dømi: Ferðin á einum vanligum 10/1 breiðbandshaldið koyrur heilt niður í bert 1/10 av tí ein skal gjalda fyri.

Sjálvandi kann tað koma fyri at brek kemur á eitt samband, men tað er ikki long tíð síðan at júst sama støða var og máttu vit bíða í langa tíð fyri at fáa hetta í rættlag.

Tí vilja vit heita á avvarandi mynduleika um at fáa hesi viðurskifti í rættlag og fáa tryggja at slík støða ikki skal íkoma aftur um stutta tíð.

Samstundis er tað okkara krav at okkara veitari gevur okkum eitt endurgjald fyri væntandi tænastu.