Skálafjarðarleiðina aftur til allar borgarar á Skála!

Áheitan á Runavíkar kommunu, Strandfaraskip Landsins og Sp/f Poulsen Bussar.SSL_440_broytingar.jpg

Fyri nøkrum vikum síðani, kunngjørdi Strandfaraskip Landsins á heimasíðu síni at: “Frá 20. juli koyrir leið 440 soleiðis inni í Skálabygd. Tá koyrt verður av Strondum fer bussurin gjøgnum Skála bygd til missiónshúsið, og síðani verður koyrt niðan gjøgnum Skákið. Tá koyrt verður frá Skálafirði, verður koyrt oman ígjøgnum Skákið, og síðani gjøgnum restina av Skála bygd suður eftir.”

Við soleiðis at broyta bussfarleiðina á Skála, hevur Strandfaraskip Landsins í veruleikanum borið so í bandi at sløk helvtin av Skála bygd er uttan busssamband. Hesa avgerð vilja vit staðiliga mótmæla. Vit vilja tó samstundis eisini royna at vísa á onkrar møguleikar, ið vónandi kunnu gera at ein virðilig loysn verður funnin fyri allar partar.

Frá Sp/f Poulsen Bussar hava vit fingið at vita, at orsakirnar til broyttu bussfarleiðina á Skála eru:

  1. ov nógvar bungur á vegastrekkinum,
  2. trø, ið stinga út á vegin og skøva bussarnar, og
  3. smala vegastrekkið úr Akkersvík inn á Mann, ið kann vera vandamikið at koyra eftir í hálku.

Bungurnar
Viðv. bungunum er at siga, at tær eru 9 í tali av Fløtum inn í Akkersvík. Á 1,8 km langa vegastrekkinum av Fløtum inn til Skákið eru 5 bungur, og á 1,2 km langa vegastrekkinum av Skákinum inn í Akkersvík eru 4 bungur. Bussfelagið er í dag sinnað at koyra á vegastrekkinum við 5 bungum, eins og fráboðanin hjá SSL um broyttu farleiðina vísir. Tískil er tað helst samlaða talið av bungum, ið bussfelagið metir vera ov stórt á Skála. Eitt hugskot er, at kommunan endurskoðar tal og slag av bungum/vegforðingum á samlaða vegastrekkinum í Skála bygd, havandi í huga, at ferðslumynstrið broyttist nógv, tá ið landsvegurin omanfyri bygdina varð gjørdur.

Trøini
Viðv. trøunum, ið stinga út á vegin, verður mælt til, at bussfelagið kunnar kommunalu myndugleikarnir um júst hvørji trø talan er um, og at t.d. býargartnarin síðani hjálpir borgarunum, ið eiga hesi trø, at kuta tey soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri bussferðsluna. Hetta kann gerast við heimild í § 53 í Løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 13. desember 2018, ið m.a. ásetir at: “Trø, planting og kjarrgirðingar á ella við veg skulu vera stívd, sneidd ella snøggað, at tey eru ikki ferðsluni til bága...”

Hálkan
Ongi okkara er áhugaði í, at skúlaungdómar og ferðandi annars, koma í nakran vanda. Tískil vilja vit eisini virða eina møguliga avgerð um at koyrt verður eftir Skákinum, um so er, at bussførarin ringar hálkudagar metir at tað ikki er nóg trygt at koyra inn gjøgnum alla bygdina. Vit vilja í hesum sambandi bara heita á SSL um at kunna um broyttu farleiðina á heimasíðu síni, teir dagarnar henda avgerðin verður tikin.

Ein loysn má finnast skjótt
Vit vilja við hesum heita á Runavíkar kommunu, Strandfaraskip Landsins og Sp/f Poulsen Bussar um at finna eina loysn, soleiðis at bussarnir aftur kunnu koyra gjøgnum alla Skála bygd. Tað tænir ongum okkara at bussfarleiðin á Skála verður verri enn hon hevur verið, men serliga meint rakar tað okkara skúlaungdóm, ið skal til Runavíkar og inn á Kambsdal at nema sær útbúgving. Tað er nevniliga soleiðis, at bussarnir hjá Bygdaleiðum eisini eru skúlabussar hjá næmingum, ið ganga í skúla í Runavík og á Kambsdali. Skúlarnir byrja í hesum døgum eitt nýtt skúlaár, og fara vit tískil at heita á tykkum um at finna eina loysn skjótast til ber.


Svend Højgaard og Hans Jacob Kollslíð    Kontakt forfatteren af dette andragende




Facebook