Nei Takk Til KVF - Avskaffa KVF-Licens & KVF-Skat

https://www.facebook.com/nei.takk.til.kringvarp.foroya

Tað er ikki rættvíst at øll fólk skulu gjalda KVF-Licens. Tað er ikki tíðarhóskandi av vit blíva tvungin fyri at gjalda fyri KVF.

Tað er ikki rímuligt... Tey ið vilja hava hesi ting mugu sjálvi vilja fíggja tað við at gjalda fyri KVF sum man betalur fyri arðar rásir (sum t.d. Televarpið og CanalDigital og Viasat)

At skula gjalda KVF-Licens tí man eigur sjónvarp og hevur atgongd til internet er akkurát tað sama sum at skula gjalda licens til Gevalia/Merrild tí man eigur kop og hevur møguleika at fáa vatn úr krananum

Líka sum tíðin er farin frá nógvum tingum, so er tíðin komin til at einskilja Kringvarpið - KringVarpsGjaldið hoyrur til fortíðina tá man hevði brúk fyri at ávirka fólk til eina politiska hugsjón - í dag hava vit internetið og vit seta sjálvi dagskránna fyri hvat vit vilja síggja og hoyra - tískil Nei Takk Til Kringvarp Føroya - Avskaffa Licens og Kringvarps Skatt

Nú tá KVF eru í gongd við at digitalisera so kunnu tey eisini kryptera tað so at bert tey ið hava HUG at móttaka KVF koma at móttaka og gjalda fyri tað - Nú er tað tøknuliga møguligt - nú er tað at fylgja ynski hjá borgarinum ið ikki gerð brúk av tænastunum hjá KVF og ikki hevur hug at gjalda fyri KVF.

Nei Takk Til Kringvarp Føroya - Avskaffa Licens & Kringvarps Skatt á Facebook bleiv bleiv stovna av fólki ið halda at tað skuldi ikki verið neyðugt at tvinga fólk at gjalda fyri eitt gott produkt. Um KVF var so gott sum nøkur fá halda, so vanti eg at uppbakningurin hevði verið tað nógv størri til KVF. Men so er ikki, flestu fólk halda at KVF gjaldið er alt ov høgt og at tað man fær fyri pengarnar als ikki svarar til hvat tú brúkar.
Her hava verið nógvir bólkar gjøgnum tíðina ið hava verið tengdir av 1-2 persónum ið einu løtu hava verið ónøgdir men so eftir eina tíð er orkan hjá teimum at herja á og berjast fyri at sleppa undan KVF gjaldinum gingin undan.
Hesin bólkurin ER IKKI tengdur av nøkrum ávísum politiskum, átrúnaðarligum ella ørðum bólkum. Vit eru 6 fólk ið sita sum adminar og og royna at halda kjakinum á einum siðuligum støði og kjakast um hvat kjarnumálið snýr seg um, nemliga at fáa broytt KVF og broytt/avtikið KVFgjaldið og hindra at tað verður tikið yvir á skattin.
NB! Ymisk fólk hava tíverri miskilt hvørji fólkini handan hendan bólkin eru. Bólkurin aftanfyri facebook síðuna og hesa undirskrift síðu er tvørpolitiskur og umboðar fólk frá øllum politiskum sjónarmiðum.


Nei Takk KVF-Licens og KVF-Skat    Kontakt forfatteren af dette andragende