150 her og nú!

Í meðan man snakkar um integrationspolitik í sjónvarpinum, heldur útimøti á Vaglinum og snakkar um fátækramarki í Føroyum, doyggja flóttafólk við vón um eitt betri lív.

 

Og ringast av øllum er at smá børn, sum eru fødd í hesa verð, missa lív teirra, áðrenn tað er byrjað.

 

 

 

Eitt barn frá Syrien og Palestina vil líka so gjarna hava vinir sum eitt føroyskt barn, tað dámar eisini líka væl bomm og at sparka fótbólt, sum eitt føroyskt barn. Tað hevur nokk eisini ein lívrætt og elskar foreldur síni akkurát líka so nógv sum eitt føroyskt barn.

 

 

 

Eitt so fantastiska ríkt land sum Føroyar má opna eyga eyguni hjá sær, og innsíggja at heimurin er størri enn dunnuhylurin, og at lívið handlar meira um makrelkvotur, barsilsskipan og koyripengar. Vælsignaðu politikarir, ikki bíða við einum so álvarsligum máli! Hetta er menniskjalív vit snakka um. Fiskurin fer ongan veg!

 

 

 

Eg havi ikki svarið, men eg havi eitt uppskot her og nú, og tað er 150 flóttafólk til Føroyar áðrenn 1 dec.! Skriva undir, og hetta verður sent til komandi løgmann/kvinnu.

 

 

 

Vit kunnu ikki redda allari verðini, men vit mugu royna okkara besta! 
 
Tað hevði eisini verið fantastisk, um man tímdi at deila hesa innsamling av undirskriftum á facebook, so at vit náa runt um alt Føroya land.