Áheitan um at lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur

Kommentarer

#211

Føroyar hevur í løtuni sjey sendistovur úti í heimi. Vit eiga sum land at hava betri raðfesting av, hvar vit leggja almenna íløgu í at hava sendistovu, og ikki gera tað í einum landi, sum aktivt og áhaldandi fremur fólkamorð og politiska, fíggjarliga, mentanarliga og sosiala kúgan av palestinska fólkinum.

Annika K. Olsen (Keypmannahavn, 2024-03-29)

#215

Tí at bumba Gaza og drepa børn rekruttera fleiri til Hamas

Høgni Warberg (Kollafjørður, 2024-03-29)

#220

Tí eg eri ímóti at vit hava sendistovu Ísreal

Fríðbjørg Olsen (Hoyvík, 2024-03-29)

#236

Eg kann ikki góðtaka, at Føroyar hevur sendistovu í einum landi, sum kúgar og týnir eitt heilt fólk.
Við míni undirskrift heiti eg á Føroya Landsstýri um í stundini at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur.
Føroyar hava einki at gera í einum landi, sum fremur fólkamorð, hevur ólógligar hersetingar og útinnir apartheid.

Johanna Niclasen (København S, 2024-03-31)

#254

Eg kann ikki góðtaka, at Føroyar hevur sendistovu í einum landi, sum kúgar og týnir eitt heilt fólk.

Við míni undirskrift heiti eg á Føroya Landsstýri um í stundini at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur, inntil ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil Ísrael gevst við at kúga palestinska fólkið.

Føroyar hava einki at gera í einum landi, sum fremur fólkamorð, hevur ólógligar hersetingar og útinnir apartheid.

Klæmint Hofgaard (London, 2024-04-01)

#276

🍉

Anita A. Jacobsen (Klaksvík, 2024-04-04)

#296

Tað skal vera ein kaldur dagur í helheimi tá ið eg loyvi landinum eg livi í og tjóðini sum livir í mær at samráðast við yvirgangs tingsett lond ið hava í huga at oyða eitt land.

Stefania Patursson (Tórshavn, 2024-04-04)

#306

Tað er óetiskt og óforsvarligt, at vit hava sendistovu í Ísrael.

Julia Petersem (Havn, 2024-04-05)

#331

Eg vil ikki at mítt land stuðlar undir apartheid og fólkamorð í Palestina.

Hjalti Mortensen (Tórshavn, 2024-04-19)

#346

Eg skrivi undir tí eg stuðli ikki fólkadrápi

Iðunn Horn (Tórshavn, 2024-04-20)

#355

Eg taki undir við Samhugi við Palestina, tí eg skilji ikki hvussu jødarnir kunnu fremja so ræðuligar gerðir, tá tey sjálvi hava verði fyri líknandi ræðuleikar sjálvi.
Hava tey onki lært ?

Jógvan í Dali (Tórshavn, 2024-04-20)

#365

End occupation in Palestine.

Nurkamila Mohd Ali (Sorvagur, 2024-04-22)

#375

Fordi man bomber ikke uskyldige mennesker, som ikke har noget med krig at gøre. Børn lige så meget som voksne.

Jákup Petur Djurhuus (Tórshavn, 2024-04-26)

#378

Eg skrivi undir, tí eg eri ímóti fólkamorðið og apartheit. Føroyra skulu ikki samstarva við eitt land, ið útslettar eitt annað fólkaslag!

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge (Tórshavn, 2024-04-28)



Betalt Annoncering

Vi vil reklamere for denne petition til 3000 mennesker.

Lær mere...